Nebo

Nebo

Del

Sunnudag:
11.30-12.30 Familjumøti
12.30-13.30 Tala & breyðbróting
12.30-13.30 Sunnudagsskúli
Mikukvøld:
19.30 Bønarmøti Tað er kul!

Møtini:

Sunnudag

11.30 - 13.30 Familjumøti við breyðbróting

12.30 - 13.30 Sunnudagsskúli



Týskvøld

19.00 - 20.00 Bønarmøti og barnabønarmøti



Fríggjadag

20.00 - 23.00 ROK - løtan fyri ung







Familjumøti, sunnudag kl 11:30

Á familjumøtinum í Nebo, sum er sunnudag kl.11:30 er fyrst ein familjuløta, har øll familjan kann verða saman. Her er oftast felagssangur, søga til bør

31/05/2026

Í dag er 31. mai, og henda síðsta sunnudagin í hesum mánaðinum savnast vit til møti í NEBO klokkan 11.30. Evnið henda mánaðin er søgur um børn í Bíbliuni og Sálmur 119,105: Orð Títt er fóti mínum lykt og Ljós á leið míni,
Umframt góðan felagssang so er skráin
søga Marna Kristiansdóttir Ennigarð
Vælkomið veri tú nýfødda barn - vit heilsa nýføðingum og foreldrum teirra og biðja fyri teimum.
Tá ið børnini eru farin í sunnudagsskúla klokkan 12.30
talar Jens Christian Olsen
Eftir lovsong og takkarløtu við minnismáltíð Harrans er drekkamuður og samfelag.
Øll eru vælkomin á møti í NEBO.

28/05/2026
24/05/2026

Umframt felagssang so fara vit at hoyra, søgu frá Elisabeth á Lakjuni, vitnisburð frá Elinborg Sámalsdóttir Petersen og tá børnini eru farin í sunnudagsskúla, hoyra vit talu frá Sanna í Túni Nielsen, og so verður takkarløta og minnismáltíð Harrans.

Eftir møti verður samfelag og drekkamuður.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

17/05/2026

Umframt felagssang so fara vit at hoyra, søgu frá Elisabeth Christiansen, vitnisburð frá Jan Højgaard og tá børnini eru farin í sunnudagsskúla, hoyra vit talu frá Richard Schwartson, og so verður takkarløta og minnismáltíð Harrans.

Eftir møti verður samfelag og drekkamuður.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

12/05/2026

Sum lýst varð á møtinum sunnudagin, so er “Zarepta árið” byrjað við familjulegum. Nógvar ungar familjur fara komandi vikurnar at hugna sær í Zarepta, fara til barnamøtir, Bíbliutímar og kvøldsetur Vit í Nebo hava aftur í ár møguleika at stuðla arbeiðinum við at lata bakstur og annað til legurnar. Til familjulegurnar eru nógvir hugnaligir drekkamunnar so køkur, botnar og tilfar til ymiskar skálir er kærkomið. Vøran verður heintað í Nebo hósdagin 14.maj kl 15.

10/05/2026

CHANGE møtir hava verið hóskvøldið, fríggjakvøldið og aftur í gjárkvøldið.
Á møtinum í dag eru tað tey ungu í samkomuni, sum taka sær av søgu og vitnisburðum, og so verður góður felagssangur.

Eftir møti við minnismáltíð Harrans og sunnudagsskúlan verður drekkamuður og samfelag.
Øll eru hjartaliga vælkomin!

09/05/2026

Í kvøld er triðja kvøld av Change møtirøðini, har evnið er "livandi vatn".

Í kvøld koma vit at hoyra eina ferðabíbliu frá Hera Jøkladal, Símun Pætur á Torkilsheyggi kemur at deila sín vitnisburð, Birna Steinberg kemur at hava eina sangframførslu fyri okkum og síðani kemur Niels Pauli Nónstein at tala til okkara.

Øll eru hjartaliga vælkomin! :)

08/05/2026

Í kvøld er næsta kvøld av Change møtirøðini, har evnið er "livandi vatn".

Vit fara at hoyra vitnisburð frá Ró á Lakjuni Simonsen, talu frá Niels Paula Nónstein og framførslu frá Nebo ungdómskóri!

Øll eru hjartaliga vælkomin! :)

07/05/2026

Í kvøld byrjar Change møtirøðin, har evnið er "livandi vatn". Á skránni er vitnisburður, sangframførsla og tala.

Øll eru hjartaliga vælkomin! :)

04/05/2026

Hjartaliga vælkomin í Nebo mikukvøldið 6. mai kl. 18:30 til døgurða og síðani at hoyra Leif og Susanne frá NLAI hava søgu til børnini og eitt orð til okkum vaksnu kl. 19:30
Skriva teg upp til døgurða hjá Vivi á tlf. 262789

Vil du plassere din sted for tilbedelse på toppen av Kirke-listen i Toftir?
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Adresse


á Kneysum
Toftir
650