Havnar Tennisfelag

Havnar Tennisfelag Havnar tennisfelag er til fyri tennis íðkandi og tennis áhugaði í Føroyum.

15/12/2022

Minitennis fer í jólaferiu🎾🎅🏼

Tvær venjingar eru eftir av teimum skeiðunum, sum eru í gongd. Vit velja at flyta hesar til fyrst í nýggja árinum. Helst verður fyrra venjingin sunnudagin 8. januar og seinna 15. januar, men vit venda aftur við endaligari dato, tíð og stað.

Vit síggjast í nýggja árinum😊🎾

Venjaratoymið

10/12/2022

Venjing nr 6 í minitennis verður í morgin 11/12-22 í Skúlanum á Argjahamri🎾😊

Kl 13: Børn 6-10 ár
Kl 14: Børn 11-15 ár
Kl 15: Lið 2
Kl 16: Lið 3

Vit síggjast😊🎾🎾

Hoppa & Renn – Skúlaleikir 09/12/2022

Hoppa & Renn – Skúlaleikir

Nemliga😊💪👇👇🎾🎾

Hoppa & Renn – Skúlaleikir RØRSLUSKÁAR Sum ein partur av Skúlaleikum, fer Ítróttasamband Føroya hvønn mánamorgun at senda eitt uppskot til rørsluskáa út til lærarar, sum hava meldað seg til Hoppa&Renn. Tankin er, at lærarar kunnu brúka hesar rørskuskáar í floksstovuni saman við næmingunum ígjøgnum vikuna...

27/11/2022

Minitennis er í Skúlanum á Argjahamri, um nakar ivast😊🎾🎾

Kl 13 børn 6-10 ár
Kl 14 børn 11-15 ár
Kl 15 Lið 2
Kl 16 Lið 3

Við síggjast😊🎾🎾

19/11/2022

Minitennis sunnudagin 20/11🎾

So eru vit aftur í Skúlanum á Argjahamri og tað vera vit eisini framyvir.

Tíðspunktini eru hesi:

Kl 13 - Børn 6-10 ár
Kl 14 - Børn 11-15 ár
Kl 15 - Lið 2
Kl 16 - Lið 3

Vit síggjast😊

11/11/2022

Hey tit 😀

Komandi venjing í minitennis, sum verður nú sunnudagin 13. november, verður fylgjandi tíðspunkt:

Høllin á Hálsi (høll 2):
- kl. 17:00 Børn 6-10 ár
- kl. 18:00 Børn 11-15 ár

Skúlin á Fløtum:
- kl. 18:00 Lið 2
- kl. 19:00 Lið 3

Vit síggjast 😀

Vinarliga

Venjaratoymið

05/11/2022

Minitennis - Fyrsta venjingin verður nú sunnudagin 6/11😊

Kl 13 - Børn 6-10 ár
Kl 14 - Børn 11-15 ár
Kl 15 - Lið 2 (framskundað ein tíma)
Kl 16 - Lið 3 (framskundað ein tíma)

Stað: Skúlin á Argjahamri

Vit síggjast😊

Pláss eru annars framvegis tøk á barnaliðunum og heilt fá á lið 3. Lið 2 er fullteknað. Tilmelding finna tit á øðrum uppslagi her á FB.

03/11/2022

Pláss eru framvegis eftir á øllum liðnum, men nú mugu tit skunda tykkum👇👇😊🎾🎾

01/11/2022

Mini-tennis: Nýggj skeið til børn og vaksin byrja 6. november😀🥎🥎

Nýggj skeið í mini-tennis byrja komandi sunnudag 6. november. Hvørt skeið er 8 venjingar á ein tíma. Avmarkað pláss, først til mølle.

Skeiðini eru hesi:
- Børn (gentur og dreingir) 6-10 ár. Fyrstu ferð sunnudagin 6/11 kl. 13:00 og komandi 7 sunnudagarnir sama tíðspunkt. Stað: Skúlin á Argjahamri. Kostnaður: kr. 250. Tøk pláss: 20

- Børn (gentur og dreingir) 11-15 ár. Fyrstu ferð sunnudagin 6/11 kl. 14:00 og komandi 7 sunnudagarnir sama tíðspunkt. Stað: Skúlin á Argjahamri. Kostnaður: kr. 250. Tøk pláss: 20

- Lið 1 - Nýbyrjarar og nýliga byrjað (kvinnur og menn). Fyrstu ferð sunnudagin 6/11 kl. 15:00 og komandi 7 sunnudagarnir sama tíðspunkt. Stað: Skúlin á Fløtum. Kostnaður: kr. 500. Tøk pláss: 14

- Lið 2 - Nýliga byrjað (kvinnur og menn). Fyrstu ferð sunnudagin 6/11 kl. 16:00 og komandi 7 sunnudagarnir sama tíðspunkt. Stað: Skúlin á Argjahamri. Kostnaður: kr. 500. Tøk pláss: 14

- Lið 3 - Vand (kvinnur og menn). Fyrstu ferð sunnudagin 6/11 kl. 17:00 og komandi 7 sunnudagarnir sama tíðspunkt. Stað: Skúlin á Argjahamri. Kostnaður: kr. 500. Tøk pláss: 14

GG Fyrsta venjingin tann 13/11 byrjar kl. 16 og so eru hinar eftirfylgjandi. Kring jólini verður eisini onkur forskjóting. Vit kunna meira um hetta seinni.

Venjarir verða til allar veningarnar. Barnavenjingarnar verða sum vannligt. Fyri tey vaksnu verður tað mest ymiskt spøl og minni av tekniskum venjingum.

Spælt verður á badmintonbanum, har netið verður lagt niður so tað hevur hædd eins og ein tennisvøllur, og við skúmbóltum. Vanligir ketjarar skulu brúkast.

Felagið hevur bóltar og ketjarar til láns.

Tilmelding:

Børn 6-10 ár
https://htennis.atgongumerki.fo/webshop/event/1866335/order/info
Børn 11-15 ár
https://htennis.atgongumerki.fo/webshop/event/1866354/order/info
Lið 1:
https://htennis.atgongumerki.fo/webshop/event/1866363/order/info
Lið 2:
https://htennis.atgongumerki.fo/webshop/event/1866418/order/info
Lið 3:
https://htennis.atgongumerki.fo/webshop/event/1866428/order/info

Spurningar eru vælkomnir.

Vit síggjast😀🥎👍

26/10/2022

Atgongumerki.fo

Tennis kapping fyri børn og ung🎾🎾👶👧
Heystkapping í tennis fyri børn og ung verður sunnudagin 30. oktober. Kappast verður í hesum bólkum:
U8: Gentur og dreingir (fødd 2014 ella seinni) - byrja Kl. 13
U10: Gentur og dreingir (fødd 2012 og 2013) - Kl. 14 (vegleiðandi)

U12: Dreingir (føddir 2010 og 2011) - Kl. 15 (vegleiðandi)
U12: Gentur (føddar 2010 og 2011) - Kl. 15 (vegleiðandi)
U14: Dreingir (føddir 2008 og 2009) - Kl. 16 (vegleiðandi)
U14: Gentur (føddar 2008 og 2009) - Kl. 16 (vegleiðandi)

Legg tilmerkis at gentur og dreingir kappast saman í U8 og U10, og hvør sær í U12 og U14.

Nr. 1, 2 og 3 fáa medaljur - øll fáa kakao😊
Tað er ókeypis at luttaka og møguleiki er at lána ketjarar frá felagnum.

Tilmelding:
https://htennis.atgongumerki.fo/webshop/event/1712846/order/info
Seinasta freist at melda til er leygardagin 29. oktober.

Vit síggjast😊🎾

Atgongumerki.fo

20/10/2022

Uttanduravenjingin hjá børnum er av fyri í ár, so eingin venjing verður í dag.

Ætlanin er tó at hava eina heystkapping sunnudagin 30. oktobur. Meira um hetta seinni.

Skjótt byrjar minitennis innandura. Vit kunna eisini meira um hetta seinni, so fylgið við herinni😊🎾🎾

08/10/2022

Veðrið er tíverri ikki við okkum fyri tíðina. Í morgin, sunnudagin 9/10, sigur hann storm, so venjingin hjá børnum verður aftur útsett⛈⛈⛈

Næsta venjing verður hósdagin 13/10

kl. 17: U8 og opið hús
kl. 18: U10
kl. 19: U12/14/16

Tað eru framvegis tvær vemjingar eftir hetta skeiðið.

06/10/2022

Venjingin í dag og opið hús er flutt til sunnudagin vegnað veður🌨️🌨️👇

Kl 13 - U8 og opið hús
Kl 14 - U10
Kl 15 - U12/14/16

🎾🎾

06/10/2022

Hey øll somul, sum koma í veitslu fríggjakvøldið!

Vit gleða okkum at síggja tykkum.
Vit hittast øll í góðum hýri á tennisvøllinum kl. 19.

- Veitslubólkurin

02/10/2022

Barnavenjing verður í dag sum vant. Tað er eitt fott lot, men vit hugsa at tað gongur.

U8 kl 13
U10 kl 14
U12/14/16 kl 15

Eftir hesa venjingina eru tvær ferðir eftir😊

02/10/2022

Kom og royn familjutennis hjá Havnar Tennisfelag. Ein tennistími, har vit vísa, hvat riggar væl, tá øll familjan fer oman á tennisvøllin at spæla saman. Foreldur og syskin eru tí
vælkomin við til hesar venjingarnar.

Hósdagin 6. oktober kl 17-18😊👍🎾

Venjingin hjá U8 er somu tíð (foreldrini er vælkomin at luttaka).

Photos from Havnar Tennisfelag's post 28/09/2022

‼️‼️‼️‼️
Intersport hevur boðað frá, at tilboðið við 20% avslátri koyrir til og við fríggjadagin!

25/09/2022

Venjingin hjá børnum í dag 25/9 er útsett vegnað veður⛈⛈⛈

Næsta venjing verður hósdagin.

21/09/2022

🎉🎉Ársveitsla hjá HTF 🎉🎉

Tennis er í rúkandi menning, og vit verða fleiri og fleiri í tali, sum hava okkara dagligu gongd í Gundadali.

Hetta vilja vit hátíðarhalda við einari ársveitslu, har tit øll eru hjartaliga vælkomin – nýggj sum gomul.

Vit bjóða tykkum tí til eitt hugnaligt kvøld við vælkomstdrykki, matskrá við trimum rættum og undirhaldi.
🍾🍾🍾

Veitslan verður í kantinuni í Badmintonhøllini fríggjakvøldið 7. Oktober kl. 19., og um sól, stjørnur og mánar standa í rættari linju, verða møguliga eisini finalur í Heystkappingini fyrr á degnum. Møguliga.

Veitslan kostar 400 krónur umframt avgreiðslugjald á 20 krónur, og tú kanst tekna teg til veitsluna á leinkjuni niðanfyri.
https://htennis.atgongumerki.fo/webshop/event/1659971/order/info

‼️‼️Tilmeldingarfreist er 30/09!!‼️‼️

20/09/2022

Heystkapping🎾🎾

So fara vit undir ivaleyst seinastu útikapping í ár.
Kappingin byrjar 23/09 og endar fríggjadagin 7/10, men eins og vanligt royna vit at halda okkum til í mesta lagi tveir dagar til hvønn dyst.

Kappast verður í trimum bólkum: Menn, kvinnur og seniorar (50+).
Spælt verður best av trimum settum, har triðja settið er champ. tiebreak (upp í 10).
Talan er um singles kappingar.
Sum áður verður eisini skipað fyri B-kapping hjá teimum, ið verða sligin út í A-kappingini áðrenn hálvfinalurnar. Møguleiki er eisini at tilmelda seg bara til B-kappingina.

Nú er at nýta møguleikan at fáa seinastu dystarvenjingina áðrenn veturin! 🌨🌨
Til ber at melda seg til á tráðnum her ella við at senda boð í innbakkan.

Photos from Havnar Tennisfelag's post 19/09/2022

Nýtt‼️ Nýtt‼️ Nýtt‼️

So eru spildurnýggju HTF draktirnar komnar til landið.
Sjálvandi fáast tær bæði í barna- og vaksnamannastøddum, so vit øll kunnu vísa okkum sum limir í HTF og taka lut í felagsidentitetum🎾🎾🎾

Draktirnar fáast til keyps í Intersport í Havn, og frá mikudegnum 21/09 til og við mikudagin 28/09 ber til at fara í Intersport og passa draktirnar.

Umframt HTF búmerki hava draktirnar eisini búmerkið hjá BankNordik, sum er stuðul hjá HTF.

Prísirnir eru:
Jakki til vaksin 399 kr.
Buksur til vaksin 399 kr.
Tights til damur 399 kr.

Jakki til børn 349 kr.
Buksur til børn 399 kr.

🎉🎉OBS OBS OBS🎉🎉
Í tíðarskeiðnum 21/09 til 28/09 verður latin 20% í avslátri!
399 kr. - 20% = 319 kr.
349 kr. - 20% = 279 kr.

11/09/2022

Venjing hjá børnum í dag er útsett vegnað veður🌨🌨🌨

Tey vaksnu venja sum vant, lið 1 kl 18.

08/09/2022

Kettjarir til børn kunnu keypast😊🎾

Felagið hevur fingið barnakettjarir heim, sum limir felagsins kunnu keypa. Prísurin pr. ketjara er kr. 200.

Hesar støddir eru:
- jr. 21, 5-6 ár (hædd 101-113 cm)
- jr. 23, 7-8 ár (hædd 114-126 cm)
- jr. 25, 9-10 ár (hædd 127-141)
- jr. 26, 11+ ár (hædd 142-160)

Avmarkað nøgd.

Skriva til okkum her á FB um tit ynskja at keypa😊🎾🎾

Photos from Havnar Tennisfelag's post 06/09/2022

Jónas FM vinnari hjá U14 og Sólbjørn og Holger sigraðu í tvímansleiki hjá seniorunum🏆🎾💪

Endaliga støðan gjørdis hendan:

FM 2022 - U14:
Jónas Gaard🥇
Saxe Vase🥈
Rókur Slættanes🥉

FM 2022 - Tvímansleikur Seniorar (50+):
Sólbjørn Mortensen & Holger Arnbjerg🥇
Erling í Liða & Kristjan Christiansen🥈

Hjartaliga til lukku tit allir😊👍🎾🎾

02/09/2022

FM 2022 hjá U14 (fødd 2008 og 2009) verður nú sunnudagin 4. september kl. 16:00😊🎾🎾

Melda til við at skriva til okkum her á FB elka til [email protected]

FM vinnarin hjá U12 og nr. 2 sleppa eisini at luttaka til FM hjá U14.

Photos from Havnar Tennisfelag's post 31/08/2022

FM 2022 Seniorar 50+🎾 Erling sigraði enn einaferð🏆

FM fyri seniorar er nú avgreitt og tað endaði við at favoritturin, Erling í Liða, fór við sigrinum og kann nú kalla seg føroyameistara.

Kappingin varð skipað sum bólkaspæl og Erling vann allar sínar dystir uttan at tapa nakað sett. Nr. 2 bleiv Holgar Arnbjerg, ið vann tveir dystir.

Hjartaliga til lukku tit báðir😊🎾🥇🥈

25/08/2022

Í dag er fyrsta venling hjá hesum👇👇🎾

Kl 17 - U8
Kl 18 - U10
Kl 19 U12/14/16
Kl 20 Lið 1

Vit síggjast😊🎾🎾

23/08/2022

So byrja skeiðini😊🎾🎾

Lið 2 kl 19
Lið 3 kl 20
Lið 4 kl 21

Øll hesi liðini eru fullteknað, men pláss er framvegis á lið 1 til nýbyrjarar. Nýliga byrjað eru eisini vælkomin at tilmelda seg til lið 1, ið venur hósdagar kl 20 og sunnudagar kl 18.

Tekna til lið 1 her👇
https://htennis.atgongumerki.fo/webshop/event/1639372/order/info

Vit síggjast á tennisvallunum😊👍🎾🎾

Photos from Havnar Tennisfelag's post 21/08/2022

Bæði hjá monnum og hjá kvinnum vóru tað favorittarnir, ið fóru við gullinum, tá FM í doubles varð avgreitt um vikuskiftið.
Hjá harrunum vóru tað Jón Brekku og Pætur Marjunarson Dahl, ið endaðu ovast. Oftast plaga teir báðir Brekku og Dahl at standa á hvør sínari síðu av netinum til FM í harratennis, men hóast teir vanliga kappast móti hvørjum øðrum, duga teir eisini at samstarva, og hetta kom til sjóndar um vikuskiftið, nú teir vóru einasta greipan, ið vann allar sínar dystir.
Á øðrum plássi endaðu Ingi Højsted og Svenn Fuglø Jacobsen.

Gullvinnarin í FM hjá kvinnum, Katrin Dam á Neystabø, hevði sligið seg saman við systrini Ásu Dam á Neystabø. Neystabø synergiin vísti seg at virka væl, tí tær báðar vunnu eisini allar dystirnar hjá sær.
Á øðrum plássi hjá kvinnunum endaðu Rúna Seyer Eliassen og Frida Poulsen.

Báðar kappingarnar vórðu skipaðar sum ein bólkur, har øll liðini spældu móti hvørjum øðrum. Úrslitini frá dystunum vóru soleiðis:

Jón Brekku/Pætur Marjunarson Dahl - René Karbech/Steinar Patursson 6-1 6-1
Jón Brekku/Pætur Marjunarson Dahl - Jóhann í Króki/Magnus í Króki - 6-1 6-0
Jón Brekku/Pætur Marjunarson Dahl - Ingi Højsted/Svenn Fuglø Jacobsen 6-1 6-0
Annfinn Gaard/Hjalti Mohr Jacobsen - René Karbech/Steinar Patursson 6-2 6-0
Annfinn Gaard/Hjalti Mohr Jacobsen - Jóhann í Króki/Magnus í Króki - 6-3 6-3
Annfinn Gaard/Hjalti Mohr Jacobsen - Ingi Højsted/Svenn Fuglø Jacobsen 4-6 3-6
Ingi Højsted /Svenn Fuglø Jacobsen - René Karbech/Steinar Patursson 6-1 6-1
Ingi Højsted/Svenn Fuglø Jacobsen - Jóhann í Króki/Magnus í Króki - 6-3 6-0
Jóhann í Króki/Magnus í Króki - René Karbech/Steinar Patursson - 6-3 6-1
Jón Brekku/Pætur Marjunarson Dahl - Annfinn Gaard/Hjalti Mohr Jacobsen - Brekku/Dahl vunnu uttan dyst

Helena Heðinsdóttir/Rúna Jacobsen - Katrin á Neystabø/Ása á Neystabø 1-6 2-6
Helena Heðinsdóttir/Rúna Jacobsen - Tomma Petersen/Anna Maria Toftegaard 6-1 6-3
Tomma Patersen/Anna Maria Toftegaard - Marina Moraitis/Barbara á Rógvi 6-4 6-1
Helena Heðinsdóttir/Rúna Jacobsen - Barbara á Rógvi/Marina Moraitis 6-0 6-1
Rúna Seyer Eliassen/Frida Poulsen - Marina Moraitis/Barbara á Rógvi 6-1 6-1
Rúna Seyer Eliassen/Frida Poulsen - Katrin á Neystabø/Ása á Neystabø 2-6 1-6
Helena Heðinsdóttir/Rúna Jacobsen - Barbara á Rógvi/Marina Moraitis 6-0 6-1
Katrin á Neystabø/Ása á Neystabø - Barbara á Rógvi/Marina Moraitis 6-3 6-3
Rúna Seyer Eliassen/Frida Poulsen - Tomma Petersen/Anna Maria Toftegaard 6-1 6-1
Rúna Seyer Eliassen/Frida Poulsen - Helena Heðinsdóttir/Rúna Jacobsen 6-1 6-0
Katrin á Neystabø/Ása á NEystabø - Tomma Petersen/Anna Maria Toftegaard 6-1 6-1

Photos from Havnar Tennisfelag's post 18/08/2022

So eru nýggj skeið á skránni- tekna teg nú😊🎾

Talan eru um skeið til bæði børn og vaksin. Tilmelding niðast á síðuni. Avmarkað pláss - først til mølle.

- U8 (árgang 2014 og seinni). Hósdagar kl. 17:00 og sunnudagar kl. 13:00. Fyrsta venjing hósdagin 25. aug. Tilsamans 12 venjingar.
- U10 (árgang 2012-2013). Hósdagar kl. 18:00 og sunnudagar kl. 14:00. Fyrsta venjing hósdagin 25. aug. Tilsamans 12 venjingar.
- U12 (árg. 2010-2011), U14 (árg. 2008-2009) og U16 (árg. 2006-2007). Hósdagar kl. 19:00 og sunnudagar kl. 15:00. Fyrsta venjing hósdagin 25. aug. Tilsamans 12 venjingar.
- Lið 1: Nýbyrjarar, kvinnur og menn (spælaratal 600-750, sí mynd ) Hósdagar kl. 20:00 og sunnudagar kl. 18:00. Fyrsta venjing er hósdagin 25. august. Tilsamans 8 venjingar.
- Lið 2: Nýliga byrjaði, kvinnur og menn (spælaratal 800-950, sí mynd. Týsdagar og sunnudagar kl. 19:00. Fyrsta venjing er týsdagin 23. august. Tilsamans 8 venjingar.
- Lið 3: Nýliga byrjaði, kvinnur og menn (spælaratal 800-950, sí mynd ). Týsdagar og sunnudagar kl. 20:00. Fyrsta venjing er týsdagin 23. august. Tilsamans 8 venjingar.
- Lið 4: Roynd, kvinnur og menn (spælaratal 1000-1150, sí mynd ). Týsdagar og sunnudagar kl. 21:00. Fyrsta venjing er týsdagin 25. august. Tilsamans 8 venjingar.

Prísur:
Børn: 195 kr fyri limir og 295 kr fyri tey, ið ikki eru limir. (+avgreiðslugjald á kr. 10)
Vaksin: 400 kr fyri limir og 500 kr fyri tey, ið ikki eru limir. (+avgreiðslugjald á kr. 20)

Tilmelding til skeið:
U8: https://htennis.atgongumerki.fo/webshop/event/1639152/order/info
U10:
https://htennis.atgongumerki.fo/webshop/event/1639368/order/info
U12/U14/U16:
https://htennis.atgongumerki.fo/webshop/event/1639972/order/info
Lið 1:
https://htennis.atgongumerki.fo/webshop/event/1639372/order/info
Lið 2:
https://htennis.atgongumerki.fo/webshop/event/1639376/order/info
Lið 3:
https://htennis.atgongumerki.fo/webshop/event/1639379/order/info
Lið 4:
https://htennis.atgongumerki.fo/webshop/event/1639980/order/info

Um tú ynskir at tekna teg sum lim í HTF, far so inn á tennis.fo og síðani "limaskapur".

Tennisfelagið hevur bóltar og møguleiki er at lána ketjarar frá felagnum.

Meira kunning sæst í myndini niðanfyri👇👇Spurningar eru vælkomnir😊

Vit síggjast🎾💪

12/08/2022

FM í tvímansleiki 2022 verður leygardagin 20/8😊🎾🏆

Kappast verður í hesum greinum:
- Menn
- Kvinnur
- Seniorar 50+

Kappingin verður skipað sum bólkaspæl ella sum cup skipan. Spælt verður best av 3 settum har 3. sett er match tiebreake.

Ætlanin er at avgreiða allar kappingarnar leygardagin 20/8. Eydnast tað ikki, so verða dystir eisini sunnudagin 21/8.

Tilmelding her á FB ella skriva til [email protected]

Seinasta freist at melda til er hósdagin 18/8 kl. 23:59.

Let’s go😊🎾🎾

Photos from Havnar Tennisfelag's post 31/07/2022

Ása, Rókur og Kristjan FM-vinnarar hjá børnum 2022😀🎾🏆

Sera góð tilmelding var í dag tá børnini kappaðust um FM heitið 2022. Kappast varð í U8, U10 og U12. FM í U14 verður seinni í ár.

Aftaná nógvar góðar spennandi dystir bleiv støðan hendan👇👇

U8:
🥇 Ása Ingadóttir Højsted
🥈 Lui Olsen
🥉 Marius Rein

U10:
🥇 Rókur Slættanes
🥈 Helgi Jónsson Brekku
🥉 Hjalti Rógvason

U12:
🥇 Kristjan Róksson
🥈 Rókur Slættanes
🥉 Helena í Skorini

Hjartaliga til lukku tit øll😀🎾🎾💪

30/07/2022

So er tað í morgin, sunnudagin, at FM hjá børnum verður😊🎾🎾

Um onkur ynskir at tilmelda seg, so er framvegis møguleiki til tað. Skeiva bara til okkara sum skjótast😊

Síggjast🎾🎾

FM 2022 - Børn🎾🎾👶👧

FM fyri børn verður sunnudagin 31. juli. Kappast verður í hesum bólkum:

· U8: Gentur og dreingir (fødd 2014 ella seinni)
· U10: Gentur og dreingir (fødd 2012 og 2013)
· U12: Gentur og dreingir (fødd 2010 og 2011)
· U14: Gentur og dreingir (fødd 2008 og 2009)

Tíðspunktini eru hesi:

Kl. 12:00 - U8
Kl. 13:00 - U10
Kl. 14:00 - U12
Kl. 15:00 - U14

Tilmelding:
Skriva til okkum her á FB ella til [email protected] Upplýs navn og føðiár.
Seinasta freist at melda til er 29. juli.

Nr. 1, 2 og 3 fáa steyp til ognar - øll fáa kakao😊

Tað er ókeypis at luttaka og møguleiki er at lána ketjarar frá felagnum.

Vit síggjast😊🎾

Photos from Havnar Tennisfelag's post 28/07/2022

Jón Brekku vann í gjár kappingina um føroyameistaraheitið í tennis og kann nú fyri triðu ferð kalla seg FM vinnara í harratennis.
Samstundis var tað FM vinnarin hjá kvinnunum í fjør, Katrin á Neystabø, sum aftur gjørdist gullvinnari í ár, og hon hevur sostatt tvey gullheiðursmerki tilsamans.

Jón Brekku møtti Hjalta Mohr Jacobsen í finaluni, og dystirnir teirra millum plaga at vera rættiliga javnir. So varð eisini hesaferð, men Jón Brekku átti munin og vann í tveimum settum við settúrslitunum 6-4 6-4.

Hjá kvinnunum dystaðust Katrin á Neystabø og Rúna Seyer Eliassen, sum eisini dystaðust í FM finaluni í fjør. Eins og í fjør var tað Katrin á Neystabø, sum stóð sterkari, og hon vann eisini dystin við settúrslitunum 6-1 6-4.

Í B-kappingini hjá kvinnum vann Heidi Kollsker ein sannførandi 6-1 6-0 sigur á Rúnu Jacobsen, meðan B-finalan hjá harranum var ein brøðrauppgerð millum brøðurnar Magnus og Johan í Króki. Her var yngri beiggin kortini stinnari og vann sær reypirættindini við døgurðaborðið 6-4 6-4.

26/07/2022

Yngri beiggin sigraði😊🎾🏆

Finalan í b-kappingini varð leikt í góðveðrinum í kvøld. Úrslitið bleiv at Magnus í Króki vann 6-4, 6-4 á eldri beiggjanum, Jóhann í Króki.

Til lukku tit báðir💪

Tað skal annars nevnast at tað er sera gleðiligt aftur at síggja Jóhan á tennisvallunum eftir ein steðg á alt for nógv ár😊🎾

26/07/2022

FM finalurnar í tennis hjá kvinnum og monnum verða í morgin, 27.07 kl 19:00 🎾🎾😎
Hjá kvinnum dystast: Katrin á Neystabø - Rúna Seyer
Hjá monnum dystast: Jón Brekku - Hjalti Mohr Jacobsen
Spennandi verður at síggja hvør vinnur og kann kalla seg FM vinnara í 2022 💪 Kom oman á tennis vøllin og fylg við!
Game on 🎾

Photos from Havnar Tennisfelag's post 24/07/2022

Soleiðis sær út í øllum FM kappingunum í løtuni!

Nýggjur landsliðsvenjari í tennis 19/07/2022

Nýggjur landsliðsvenjari í tennis

Nýggjur landsliðsvenjari settur😊🎾 Lesið meira her👇👇

Nýggjur landsliðsvenjari í tennis Hetta er partur av eini heildarætlan at menna tennis sum ítróttargrein í Føroyum og sum liður í fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar komandi ár

Photos from Havnar Tennisfelag's post 18/07/2022

So var klárt við lutakastinum til FM.

Har eru fleiri, ið hava valt beinleiðis luttøku í B kappingunum, men har mugu tey bíða eftir, at nøkur umfør eru spæld í A-kappingunum.

PDF av kappingunum verður eisini lagt út í kjattini hjá bæði kvinnum og monnum, og teir eru kanska lættari at síggja.

Góða eydnu!🎾🎾🎾

(GG! Síggið burtur frá klokkuslettunum. Tit avgreiða sjálvi at seta seta tíðspunkt á)

12/07/2022

FM 2022 - Børn🎾🎾👶👧

FM fyri børn verður sunnudagin 31. juli. Kappast verður í hesum bólkum:

· U8: Gentur og dreingir (fødd 2014 ella seinni)
· U10: Gentur og dreingir (fødd 2012 og 2013)
· U12: Gentur og dreingir (fødd 2010 og 2011)
· U14: Gentur og dreingir (fødd 2008 og 2009)

Tíðspunktini eru hesi:

Kl. 12:00 - U8
Kl. 13:00 - U10
Kl. 14:00 - U12
Kl. 15:00 - U14

Tilmelding:
Skriva til okkum her á FB ella til [email protected] Upplýs navn og føðiár.
Seinasta freist at melda til er 29. juli.

Nr. 1, 2 og 3 fáa steyp til ognar - øll fáa kakao😊

Tað er ókeypis at luttaka og møguleiki er at lána ketjarar frá felagnum.

Vit síggjast😊🎾

Videoer (vis alle)

Borgarstjórin og varaborgarstjórin in action😊🎾

Type

Telefon

Internet side

Adresse


Gundadalur
Tórshavn
100
Andre fitnesscentre i Tórshavn (vis alle)
Róðrarfelagið Knørrur Róðrarfelagið Knørrur
Skálatrøð, Evensen Og Saltsølan
Tórshavn

Róðrarfelagið Knørrur á Facebook. Vitja okkum eisini á www.rk.fo.

12. Maður - Faroese Football Supporters 12. Maður - Faroese Football Supporters
Postboks 2212
Tórshavn, 100

12. Maður er fjepparafelagið hjá føroyska fótbóltslandsliðnum. Felagið varð stovnað 29. ma

Havnar kajakkfelag Havnar kajakkfelag
Álakeri
Tórshavn, 100

Felag fyri Havkajakk áhuga. Sea Kayak club in Tórshavn, Faroe Islands

Dansiskúlin Dansiskúlin
Jóannesar Paturssonargøta 30
Tórshavn, 100

Yndi Fitness Yndi Fitness
Sundsvegur 6
Tórshavn, 100

Í Yndifitness røkkur tú ikki úrslitini uttan møði, tí okkara visjón er, at ein sunnur kroppu

Undrið F F Undrið F F
Tórshavn

UNDRIÐ FF OFFICIAL FACEBOOK PAGE

Dansifelagið í Havn Dansifelagið í Havn
J. C. Svabos Gøta 37
Tórshavn, 100

Dansifelagið í Havn skipar fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum og dansi í Hornahúsunum fríg

Styrkifelagið Stoyt Styrkifelagið Stoyt
Magnus Heinarsonar Gøta 24
Tórshavn, 100

Stoyt er eitt styrkifelag stovna í 2021 og hevur bústað í Magnus Heinarsonargøtu 24.

Saunagos.fo Saunagos.fo
Tórshavn, 100

Saunagos og vælvera

Dansifrøi Dansifrøi
Tórshavn, 100

Dansifrøi skipar fyri ymiskum dansiskeiðum og dansitiltøkum. Á hesi siðu er kunning um dansiske

Bailamos_fo Bailamos_fo
Heykavegur 6, FO100 Tórshavn
Tórshavn, 100

Afro/Latin dance school in Tórshavn

Coach Jonas Dal Andersen Coach Jonas Dal Andersen
Gundadalur
Tórshavn, 100

Danish Football/Soccer Coach UEFA Pro License Holder. Mottos: * Train smarter - not harder * Winning