Føroyskt Íslandsrossafelag
Hårsaloner Og Frisører i nærheden
Gríms Kambans Gøta
Kommentarer
Vit hava varnast at óvanliga nógv ross í føroyum hava sýruskaðar á tonnunum. Sí myndir. Vit hava ráðført okkum við djóralæknar aðrar staðnis í verðini um hettar.
Í Australia er ein sum ger serkanningar á hesum øki, sum eg havi skriva saman við.
hesir skaðar eru sera umfatandi á summum rossum, og oyðuleggur hettar tenninar við tíðini.
vit eru tí ígongd við at kannað hettar nærri. Tað mann veit um hettar er, at serliga yvurflatuvatn og súrt súrhoyggj er við til at geva hesar skaðar. Ikki øll ross fáa skaðarnar, og ikki øll blíva líka ring. Hettar er tí at tilfarið í tonnunum á rossum ikki er eins sterkt.
Vit vilja sera gjarna ráðgeva teimum eigarum, sum hava ross við hesum skaðum.
Orð: EyS - Lag: Riðum sem fjandinn
Ríða og ríða, nú ið frostið brakar
Ríða sum svakar
Uttan nakrar makar
tað so skemtiligt er
Ríða og ríða, nú ið frostið brakar
Ríða sum svakar
Koyra á rossið
tað við fullari ferð
Sigarettir gløða her
og snapsurin á rundferð er
Gøtan um at gerast myrk
Vit koma allar heim við pirk!
Ríða og ríða, nú tað verður kvøld
Ríða í tølt
Tað ganga skal skjótt
so ongin verður køld
Ríða og ríða, nú tað verður kvøld
Ríða í tølt
Oman niðan gøtur
Nógvar góðar løtur
Sigarettir gløða her
Og snapsurin á rundferð er
Gøtan um at gerast myrk
Vit koma allar heim við pirk!
Ríða og ríða, friðarligt nú er
Ríða í fet
Lata rossið ganga
og teymarnar hanga
Ríða og ríða, friðarligt nú er
Ríða í fet
Koma glaðar heim og
Halda ball og gleim
Sigarettir gløða her
Og snapsurin á rundferð er
Gøtan um at gerast myrk
Vit koma allar heim við pirk!
Rotta gongur millum fjosini 😣 so góđu øll koyri alt fóđur bomm og annađ í tætt ílat/fóđurspann :)
Limagjøld fyri 2018/2019
Virknir limir: kr. 500
Hvílandi limir: kr. 200
Limagjaldið kann flytast á kontonr: 6460–158.982.4 hjá Føroyskum Íslandsrossafelag.
Hava tit viðmerkingar til limaskap ella limagjaldið, so eru tit vælkomin at skriva til [email protected] ella ringja til ein í nevndini.
Ársaðalfundur
Komandi ársaðalfundurin fevnir um ríðiárið 2018/2019, ið gongur frá 1. oktobur 2018 fram til 30. septembur 2019.
Uppskot til samtyktar og lógarbroytan, skulu vera nevndini í hendi seinast 8 dagar áðrenn ársaðalfundin. Uppskot skulu sendast skal til [email protected].
Ársaðalfundurin verður 27. novembur kl. 19:00 í Tølthøllini.
Við ríðikvøðu
Føroyskt Íslandsrossafelag
Limagjøld fyri 2018/2019
Virknir limir: kr. 500
Hvílandi limir: kr. 200
Limagjaldið kann flytast á kontonr: 6460–158.982.4 hjá Føroyskum Íslandsrossafelag.
Hava tit viðmerkingar til limaskap ella limagjaldið, so eru tit vælkomin at skriva til [email protected] ella ringja til ein í nevndini.
Ársaðalfundur
Komandi ársaðalfundurin fevnir um ríðiárið 2018/2019, ið gongur frá 1. oktobur 2018 fram til 30. septembur 2019.
Uppskot til samtyktar og lógarbroytan, skulu vera nevndini í hendi seinast 8 dagar áðrenn ársaðalfundin. Uppskot skulu sendast skal til [email protected].
Ársaðalfundurin verður 27. novembur kl. 19:00 í Tølthøllini.
Við ríðikvøðu
Føroyskt Íslandsrossafelag
Ynski felagnum hjartaliga tillukku og blíðan byr 🇫🇴🎶😊
So er bara spurningurin nær hátíðarhaldið verður ? 😉
Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra Føroyskt Íslandsrossafelag, Sportshold, Kráarheyggur, Tórshavn.
Skrá uttandura FM 3
Legg til merkis, at T2 er flutt til fríggjadagin!
Hósdagin 9/6 kl 18.00 innleiðandi T7 og V5.
Fríggjadag 10/6 kl 17.00 innleiðandi: V1 - vaksin, F1, steðgur 15 min, T2, T1 og V1 ung.
Leygardag 11/6 kl 13.00: Finalur (skráðin kemur seinni)
Startlistar og úrslit koma á appina LH kappi

Uttandura FM-kapping 3/2022
Skeiðkappingin verður uppi í Marknagili mikukvøldið kl 18.00 🐴
Uttandura FM-kapping 3/2022 Uttandurakapping 3, byrjar mikukvøldið 8/6 kl 18.00 Kappast verður í 100 m skeið, V1,V5,T1,T2, T7 og F1 Kostnaður er 150 kr luttøkugjald + 50 kr pr disiplin Ung undir 18 ár 50 kr...
Minnist til seinasti møguleiki at melda til er í morgin týskvøldið 7/6 kl 20.00 👇

Nøkur f**t og røsk børn vit eiga í felagnum - fóru felagstúr í góðveðrinum í dag við Ragnheidur á odda 🐴🥰
Tilmelding til uttandura FM kapping 3-2022 👇👇👇
Kappingin byrjar mikukvøldið 8/6 kl 18.00 og seinasta freist at melda til kappingina er týskvøldið 7/6 kl 20.00 Síggj skránna v.m. á heimasíðuni og leinkjuna her 👇👇👇
https://www.isross.com/tiacuteethindi/uttandura-fm-kapping-32022
Vit mangla 4 skrivarar og porturhaldarar til finalurnar í morgin 🐴😊
Skrá finalur leygardagur 14/5 kl 11.00:
B-finala V5
A-finala T7
A-finala V5
15 min steðgur
A-finala V1
A-finala F1
15 min steðgur
A-finala T1
Vit mangla 4 skrivarar og porturhaldarar til í morgin frá kl 16.00
Skráðin fyri Safari Trandsport FM2 13/5-22 byrja verður kl 16:
T7
V5
V1
Pausa 15 min
F1
T1
Vit ynskja øllum eina góða kapping 🐴👏

Vegna veður verður skeiðkappingin flutt niðan í Marknagil - kappingin byrjar kl 18.00 og startlistin er her 👇
100 m skeið - kappingin verður í Havnadali hóskvøldi kl 18.00 - seinasta freist at melda til FM 2 uttandura kappingina er týskvøldi kl 20.00!
Minnist til at kvittan fyri gjald skal viðheftast í tilmeldingina 🐴

Uttandura FM-kapping 2/2022
Uttandura FM kapping 2 👇👇👇
Uttandura FM-kapping 2/2022 Uttandurakapping 2, byrjar hóskvøldið 12/5 kl 18.00 Kappast verður í 100 m skeið, V1,V5,T1,T2, T7 og F1 Kostnaður er 150 kr luttøkugjald + 50 kr pr disiplin Ung undir 18 ár 50 kr...

Túsund takk fyri stuđulin 🙏
Jakob, Rúna og Krabbameinsfelagiđ takkađ fyri ótrúliga góđa stuđulin. 15.000 komu í bússuna hetta góđa kappingarkvøld Vit eru so sera takksom fyri tykkara hjálp 🙏❤
Kappingin byrjar kl 14 í morgin, og ikki kl 13 sum áður lýst!
Skrá:
T7 A-finala
V5 b-finala
T2 A-finala
V5 A-finala
15 min stegður
V1 A-finala
30 min stegður
F1 A-finala
T1 A-finala
Vit mangla 5 skrivarar og til portri í kvøld 🙏🐴
Vit mangla 4 skrivarar og onkran at standa við portri í dag frá kl 18.00 🙏🐴
Vh. Ítróttarnevndin

Vit deila ábyrd og skiftast um at væta høllina :)
Til allar ryttar, lesi niðanfyri 👇👇👇
Vit deila ábyrd og skiftast um at væta høllina :) Góðu limur Vit hava fingið nýtt undirlag á vøllin í Tølthøllini, men sum við øllum krevur hetta viðlíka hald. Fyri at undirlagið skal halda sum longst, er neyðugt at væta vøllin...
Góðu tit,
Í morgin kl 26/4 kl 18.00 tørvar okkum aftut hjálp við rívuni. Nú er tað vøllurin sum má rívast og slættast, tað verður lagt tilfar á endanir og so fáa vit nakað eyka sum skal leggjast í holunar á langsíðinum.
100 m skeiðkappingin verður uppi á breytini í Marknagili kl 18.00 mikikvøldið!
Tú meldar til við at senda fylgjandi upplýsingar til Sedeu B. Nolsøe, á mail [email protected] ella sms á tlf 580343:
Fulla navn á rytta
IS- nummar á ross/um
Hvønn flokk/ar (Í V5 og T7 skal viðmerkjast hvønn veg riði verður - høgra ella vintra um)
Hvittan fyri gjalding á konto 6460 0001650035 (undantikið børn undir 18 ár).
Seinasta freist at melda til kappingina er týsdagin 26/4 kl 20.00.
Tað ber ikki til, at melda seg til eftir hetta!

Vit eru fult í gongd við at slætta út 🙂
Meira hjálp er vælkomin 💪🏻
Í dag kl 14.00 ríva vit nýggja flisi til vøllin út í Tølthøllini, kunna tit koma við rívu og hjálpa okkum 👏🐴

Ungdómsmenning í morgin 👇👇👇
Høllin verður stongd frá kl 18.00-19.00 í morgin 26/4 🐴😊

Uttandura FM-kapping 1/2022
Tilmelding til Uttandura FM-kapping 1 👇👇👇
Uttandura FM-kapping 1/2022 Uttandurakapping 1 byrjar mikudagin 27/4 kl 18.00 Kappast verður í 100 m skeið, V1,V5,T1,T2, T7 og F1 Kostnaður er 100 kr luttøkugjald + 50 kr pr disiplin Børn undir 18 ár ókeypis! ...

Kappingin byrjar kl 13.00 😊
Seinasta ungdómshestacup í ár 👇👇👏🐴
Høllin er stongd til kl 17.00 í dag 😊
Høllin er stongd vegna skeið:
Leygardagin 16/4 frá kl 10-13
Sunnudagin 17/4 frá kl 11-15
Skráin fyri kvøldi er hendan:
Einkultgongulag
T1
30 min steðgur
Fimiskapping
Raðfylgjan er hendn:
1 Lopapeysumar
2 Navnaleysu
3 Mumini
4 Knútborg
5 BKJ

Hjálpið Rúnu at savna pening inn til Krabbameinsfelagið 🙏❤️
Allur peningurin, ið kemur inn við kaffisøluni til Liðkappingina, fer óskerdur til Krabbameinsfelagið. Hetta er ein liður í at hjálpa Rúnu og Jakob í kampi teirra ímóti krabbameini ❤️
Høllin er stongd:
Í dag og mikidagin:
Kl 9.00-14.00
Kl 16.00-20.00
Hósdagin: 10.00-13.00

Barnatiltak í Tølthøllini 👇👇👏🐴

Fyrilestur, sýning og undirvísing :)
Tørvar tær hjálp til liðkappingina, ella ynskir tú at fáa íblástur og læra, so les her 👇👇👇
Fyrilestur, sýning og undirvísing :) Mánakvøldið 11.04 kl 19.00 verður fyrilestur og sýning í Tølthøllini við Súsannu Sand og Svanhildur Hall, um hvussu gæðingafimin skal ríðast og dømdast – kostnaður 100 kr. Eisini...

Minnist til, seinasta freist er fríggjadagin 👇👇👇
Seinasta freist at bíleggja lima klæðir er 8/4 - klæðini kunna passast og bíleggjast uppi hjá Búrøkt 👏😊
Spennandi hjá Sedea í hesum døgum, sum er okkara umboð til FEIF Young Leader Event 🇫🇴
Vegna skeið er høllin stongd:
Fríggjadag 16.00-20.00
Leygardag og sunnudag 9.00-16.30

Barnatiltak í Tølthøllini 👇👇👏🐴

Seinasta freist at bíleggja lima klæðir er 8/4 - klæðini kunna passast og bíleggjast uppi hjá Búrøkt 👏😊

Liðkapping 2022 hósdagin 14/4 kl 19.00
Liðkappingin 2022 👇👇👇
Liðkapping 2022 hósdagin 14/4 kl 19.00 Hóskvøldið 14/04 verður árliga Liðkappingin aftur á skránni, kappingin verður í Tølthøllini kl 19.00. //Sum nakað n ytt koma Súsanna Sand og Svanhildur Hall...

Sport Judges Guidelines 2022
Týdningarmikið fyri okkum øll, sum ríða og døma kappingar felagsins 🤓
“Prime judging criterion
The prime judging criterion should be the harmony between horse and rider. The rider must handle the horse with fairness, delicacy and respect; be its true leader rather than its dominator. At all times the rider must put the horse’s welfare paramount and guard its health and safety. The horse should be able to fulfil its tasks with pleasure; be calm and supple, but also confident, attentive and keen.”
https://www.feif.org/2022/03/27/sport-judges-guidelines-2022/?fbclid=IwAR0QaNYfADG_tBWmIPiUU4_HknC1phq3hhLJEBRWkVbkgAtYeabHAB5Zq2M
Sport Judges Guidelines 2022 Sport Judges Guidelines 2022

Enn ein sera væleydnadur dagur fyri stuðlum okkara at enda komin 🍦🍿🎂🎼 🐴 Her eru nakrar myndir frá degnum ☺️

Vit fyrireikað í dag til stuðladagin í morgin- øll eru vælkomin út at taka eina hond í 🥳🐴🇫🇴
Høllin er tí stongd til mánakvøldið.

Worldfengur nú eisini á Føroyskum 👏🤩
‼️Worlfengur now also available in Faroese language‼️
Besides Icelandic, German, English, Danish, Swedish, Norwegian, Dutch, French and Finnish, you can use Worldfengur now also in the FAROESE language 💫💫💫
There are currently 359 Icelandic horses registered with the location Faroe Islands! And hopefully, there are many more to come! 🤩🇫🇴
Minnist til eykaaðalfundin í kvøld kl 19 í Tølthøllini.
Møtið fjølment 🇫🇴🐴
Arbeitt verður uppá ljósskipan í høllini, ídag frá kl. 12.30 til áleið 17.00-18.00.

Einkult gonguløg
Ungdómshestacup byrjar sunnudagin kl 13.00, startlistin til V5 og V1 liggur á appini LH kappi.
Til tykkum, ið ikki hava appina, so finst hon á app store og google play - appin er ókeypis.
Vit gleða okkum til ein hugnaligan dag saman við tykkum og eina góða kapping verður ynskt øllum 🙂
Vinarliga
Ungdómsnevndin
Kann vera at broyting er komin í skránna til V5. Vinarliga hyggi á LH Kappi.
Við rossakvøðu
Ítróttarnevndin
Fjórðgongd byrjar leygarkvøldið kl 19.00 við V5 so verður steðgur og so V1, startlistin liggur á appini LH kappi.
Til tykkum, ið ikki hava appina, so finst hon á app store og google play - appin er ókeypis.
Vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld saman við tykkum og eina góða kapping verður ynskt øllum 🙂
Við rossakvøðu
Ítróttarnevndin
Ungdómshestacup
Sunnudagin 20 mars kl 13.00 fer ungdómsnevndin at skipa fyri ungdómshestacup.
Kappast verður í V5 og V1. sum er fyri øll, til og við 21 ár. Eisini verður einkultgonguløg fyri børn til og við 14 ár, har kann eina velja millum fet, trav, tølt og lop. V5 er ætlað teimum, ið eru minni von.
Í einkult gonguløgum kann veljast millum: fet, trav, tølt og lop.
Í V1 verður riðið eitt program við: fet, trav, spakulit, tølt, skjótari tølt og lop.
Í V5 verður riðið eitt program við: fet, trav, tølt og lop.
Í pausuni verður pollaflokkur. Hetta er ein flokkur til tey lítlu børnini, har tey verða leidd runt í høllini, av foreldrum ella avvarðandi. Pollatølt er ókeypis.
Til hesa kappingina verður møguleiki at vinna samreið og røktarsteyp. Tískil hevði tað verið stuttligt at sæð snøgg ross og reiðfólk.
Kostnaður fyri 1-2 gonguløg er 50 kr og 25 kr fyri fylgjandi gonguløg pr. ross. Kostnaður fyri V1 og V5 er 100 kr. pr. par + 50 kr fyri eyka ross. Gjaldast skal kontant í kaffisøluni áðrenn fari verður á vøllin!
Tá tit melda til, muga tit senda: - Navn á rytta - Navn og FEIF ID á rossi - Í V5, skal eisini upplýsast hvørja hond (hvønn veg) tú byrjar til Kristiannu Jespersen annahvørt á tlf 281262 ella boð á facebook, innan fríggjakvøldið 18/03 kl 20.00
Vinarliga Ungdómsnevndin

Skeið við Ástu Bjørnsdóttir 1-4 apríl
Skeið við Ásta Björnsdóttir 1-4 apríl 👏👇👇
Skeið við Ástu Bjørnsdóttir 1-4 apríl 1-4 Apríl 2022 verður skeið við Ástu Bjørnsdóttir, hetta er einaundirvísing 1 x 30 min + 2 x 45 min, kostnaðurin er 1800 kr, flytast á konto 6460 0001650035 Tilmelda hjá Jacklin Durhuus...
Videoer (vis alle)
Type
Kontakt virksomheden
Telefon
Internet side
Adresse
Tórshavn
100
Tórshavn
Welcome to our page! We are AGG Junior Team EINA from the Faroe Islands. Follow us to see s
Tórshavn, 100
Hettar er almenna Facebook síðan hjá flogbóltsfelagnum Fleyr í Havn. Síðan verður umsitin av
Tórshavn
Frælsur Ítróttur Føroya, stytt FÍF, er sersamband fyri frælsan ítrótt undir ÍSF.