Neglaprýði v/ Beintu

Neglaprýði v/ Beintu

Du vil måske også kunne lide

Htfgvuytfvgytu
Htfgvuytfvgytu

Neglaprýði er ein neglasíða, har myndir av mínum arbeiði og íblástur verður lagt út :-) Eg eiti Beinta og reki Neglaprýði.

Eg geri negl sjálvstøðugt, og alt verður gjørt heima sum nú er. Fyri tað mesta haldi eg til á Argjum, men eri eisini í Vestmanna og geri negl viðhvørt. Tað er eisini møguligt at eg koyri út til kundan! Við hesari síðuni ber til at kontakta meg viðvíkjandi einari tøkari tíð at gera negl, og annars er eisini møguleiki at síggja mítt arbeiði og finna íblástur til eitt nú heystnegl, jólanegl, summarne

Photos from Neglaprýði v/ Beintu's post 02/07/2023
02/07/2023
22/12/2022

🎄💅🏼🌟❤️

Photos from Neglaprýði v/ Beintu's post 28/07/2022

Ólavsøkunegl 2022 💅✨
Góða ólavsøku øll somul🇫🇴🇫🇴

01/06/2022

☀️VAKRAR NEGL Í SUMMAR?☀️

Eg verið í Føroyum frá 8. juli - 8. august og geri negl 💅🏼

Tit eru vælkomin at senda mær eini boð, um tit ynskja eina tíð til at gera negl 🤗 💅🏼

Tíðirnar fara skjótt, serliga upp undir ólavsøku, so tí er tað eitt gott hugskot at bíleggja tíð sum skjótast. Tað er "først til mølle" 🌟

Photos from Neglaprýði v/ Beintu's post 01/04/2022

Eg geri negl í Føroyum á páskum 🐣🌷
Tit eru vælkomin at skriva til mín um eina tíð 💅✨

Photos from Neglaprýði v/ Beintu's post 08/03/2022

Litirnir, ið verða IN í vár/summar 2022 💅🏼👇🏼

Várið er í hondum; ljósið, litirnir og blómurnar fara skjótt at byrja at spíra 🌷 Tey flestu gleða seg til tað verður heitari í veðrinum, og at sólin vísir seg eitt sindur meira ☀️ Onnur gleða seg til at fáa ein feril av meira orku eftir ein langan, kaldan og myrkan vetur. Upp aftur onnur bíða spent eftir ljósari og frískari litum, bæði í klæðum, tilhoyri og neglum 🎨

Várið er tíðin á árinum, har alt grør, og ljósari tíðir eru fyri framman. Hetta síggja vit eisini á móta- og neglarákinum í vár/summar 2022 🌈 Blátt, turkis, pink og grønt verða teir heilt stóru litirnir í ár – hesir skara framúr bæði í klæðum, taskum, tilhoyri og neglabløðum kring heimin. Tí havi eg ognað mær nýggjar litir av bláum, turkis, grønum, pink og øðrum, ið eisini fara at síggjast nógv í vár og í summar 💚💗💙

Eg havi viðheft nakrar myndir av teimum litunum, ið verða IN í vár/summar 2022. Sum tit síggja eru vár- og summarligu litirnir alt annað enn keðiligir. Her er alt frá sterkum reyðum, eksotiskum turkis, heitum lilla og pastell, til sólskygt gult, djørvum grønum og fangandi pink 🎨👏🏼👇🏼

Photos from Neglaprýði v/ Beintu's post 10/12/2021

Eg geri negl í Føroyum frá 18. desembur til 4. januar 💅🏼🎄 Tit eru vælkomin at senda mær eini boð ✨

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Neglesalon-listen i Tórshavn?
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Our Story

Hey øll somul :-)

Eg eiti Beinta Poulsen og reki hesa síðuna The Nail Box. Eg geri negl sjálvstøðugt og alt verður gjørt heima. Í løtuni búgvi eg í Keypmannahavn, men eri tó í Føroyum í ferium (Vestmanna/Tórshavn).

Eg havi valt at gera hesa síðuna, so fólk kunnu frætta nær eg eri heima í Føroyum (Vestmanna) og nær eg eri í Keypmannahavn, tí til ber at fáa neglirnar gjørdar á báðum støðum. Við hesari síðuni verður eisini møguleiki at síggja mítt arbeiði og finna íblástur til eitt nú heystnegl, jólanegl, summarnegl ella brúðarnegl.

Eg arbeiði við gele og gellac, sum ger, at kundin kann fáa haldgóðar og sterkar negl uttan at tað sær ónatúrligt út. Við røttum viðlíkahaldi, kann gellac halda upp til 4 vikur og eg viðmæli eina ífylling aftaná 3-4 vikur, alt eftir hvussu skjótt tínar negl vaksa. Gellac bæði styrkir tínar negl, heldur leingi, gevur neglunum frið at vaksa og minkar um vandan fyri at tær natúrligu neglirnar brotna ella sprekka.

Sum er, kann eg bjóða leingjan av neglum við skabelón ella tippum, styrkja natúrligu neglina við klárum gele ella við einum vøkrum liti. Eisini havi eg eina rúgvu av glitri o.ø. prýði, sum kann leggjast á neglirnar.

--- SKAÐAR GELLAC TÍNAR EGNU NEGL? ---
NEI! Einasta orsøkin til, at gellac kann tykjast at oyðileggja tínar natúrligu negl er, um tað verður tikið skeivt av. Tað er sera týdningarmikið at hetta verður gjørt gjølla og at tað er ein, sum dugir at taka gellac'ið av neglunum. Tískil viðmæli eg ongantíð at tú pilkar tað av, tí tað er júst soleiðis, at natúrligu neglirnar sprekka, verða bleytar, tunnar og knekka. Eg taki tað fegin av fyri teg og somuleiðis smyrji eg eitt lag av styrkjandi neglalakki á aftaná!

GG: Meira myndir av mínum arbeiði er á instagrambrúkaranum: bspnails_thenailbox

Videoer (vis alle)

Kursusdiplom :-)
Neon gult
Summarfolia (holographic)
Glitur
Folia
Steinar/diamantar

Adresse


Tórshavn
Andre Pedicuresaloner i Tórshavn (vis alle)
Nail Art-By Aloma Nail Art-By Aloma
Norðurrás 19
Tórshavn, 100

Útlærdur neglateknikkari hjá Crystal Nails og CND.

R_Nails R_Nails
Norðari Ringvegur 11 Kj
Tórshavn, 100

Nail Office Føroyar Nail Office Føroyar
J. C. Svabosgøta 6
Tórshavn, 100

Vit bjóða, sum tey einastu í Føroyum, Calgel, ið er eitt slag av géle. Calgel er eitt organiskt gelé ið fer væl við tínum neglum og heldur í uml 4-6 vikur.