Argja Bóltfelag, Argir Videos

Videos by Argja Bóltfelag in Argir. Argja Bóltfelag, er eitt av stóru feløgunum í Føroyum við leikarum í flest øllum deildunum.

So eru vit klár! ❤️💙

#KoyráAB

Click to enable sound Next

Other Argja Bóltfelag videos

So eru vit klár! ❤️💙 #KoyráAB

❤️💙

Málini frá 4-2 sigrinum ímóti B68 í steypakappingini🤩💪 Dómaraseðilin frá dystinum sæst her: https://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=22038&pid=52

500 egg! 😻 Síggjast kl. 13 í Róđrarneystinum 🙌

Limadagurin er byrjaður ☺️

So var dystarskráin hjá besta mannsliðnum fyri 2022 klár! Vit gleða okkum til at síggja tykkum! . . . Our 2022 season schedule is here! We look forward to seeing you all this season!

EITT ÁR SÍÐANI STEYPAFINALUSIGURIN Á TÓRSVØLLI Í dag, 27. november, er eitt ár liðið, síðani okkara U21-lið vann ein minniligan steypafinalusigur á Tórsvølli ímóti B36. Síðani U18-deildin áðrenn kappingarárið 2018 bleiv gjørd um til eina U21-deild, hevur felagið lagt nógv fyri at koma í steypafinaluna, ið sum einstakur dystur er størsti dysturin á árinum. Í 2018 vann AB FM í U21-deildini, men bleiv sligið út í hálvfinaluni í steypakappingini ímóti EB/Streymi. Árið eftir manglaði aftur tað síðsta í, og aftur var tað í hálvfinaluni, at U21-dreingirnir gjørdust ov stuttir. Hesaferð í brotssparkskappingartapi ímóti Skála. Í 2020 var semja ímillum nevnd og venjarar, at nú skuldi hetta U21-liðið partú koma í hasa finaluna. Søgan var tó við at endurtaka seg í hálvfinaluni, har liðið var aftanfyri 1-0 ímóti Víkingi, tá ið 10 minuttir vóru eftir. Men við tveimum málum síðstu løtuna eydnaðist tað loksins at vinna og koma í finaluna, sum vit tráðaðu eftir. Mótstøðuliðið í finaluni var B36. Talan var um ein javnan dyst, har tað einari finalu so líkt ikki var brúsandi álopsspæl, ið myndaði dystin. Í seinna hálvleiki, tá støðan er 1-1, tykist hvørki av liðunum at megna at spæla seg ígjøgnum, men so kemur eitt væl samanspælt AB-álop, ið sæst í sjónbandabrotinum, sum avger dystin. Ragnar Skála spælir bóltin upp úr verjuni til Ragnar Rasmussen, ið tekur ímóti og fer út í síðuna. Har spælir hann skjótt bandaspæl við Jóhannes Dalsgarð og skjýtur bóltin innfyri við fremru stong. Rói Klakkstein Vilhelm hevur máltev og tveitir seg framman fyri bæði verjuleikara og málmann hjá B36 og fær stýrt bóltin í netið til endaliga úrslitið, 2-1 til AB. Felagið hevur (enn) ikki so øgiliga nógvar steypafinalusigrar og meistaraheiti at vísa á, men tað eru slíkir sigrar, ið eru við til at byggja eina vinnaramentan og prógva fyri okkara

SØTUR SIGUR ÍMÓTI KRÚTSTERKUM KÍ-LIÐI 1. deild menn: KÍ 🆚 AB 1️⃣-3️⃣ Tað var ein snópislig kensla, tá vit á heimavølli taptu tepurt, 3-2, ímóti KÍ á heimavølli 27. juli, sum heldur brádliga hevði eitt heilt óvanliga sterkt lið við royndum leikarum í Betrideildini, sum teir vanliga ikki hava havt við í øðrum dystum í 1. deild í ár. Í kvøld spældu KÍ og AB aftur í næstbestu deildini og hóast dysturin var blivin fluttur soleiðis, at hann varð spældur dagin fyri týdningarmiklan dyst hjá besta liðnum hjá KÍ, so hevði KÍ aftur eitt krútsterkt lið við nøvnum sum Kristian Joensen, Jasper van der Heyden, Boris Dosljak og Ivar Sollie Rønning. Hetta darvaði tó ikki okkara monnum, ið hóast mótgongd stríddust sum úlvar, tóku av sínum møguleikum og at enda vunnu ein sigur á 3-1, ið higartil helst man vera tann søtasti hjá okkum í ár. Heimaliðið leggur heldur betur fyri og dugir væl at spæla langar, diagonalar bóltar út í síðuna, sum noyðir okkara leikarar at renna aftaná. Nakrar vandamiklar støður spyrjast burturúr, men Milos tekur sær væl av fleiri innleggum. Í hinum endanum er Teitur Debes Olsen væl upplagdur og er heilt nær við at skora ta einu ferðina, áðrenn skotið verður blokkerað í síðsta sekundi. Eftir umleið 20 minuttir fáa vit tó ein ógvuliga keðiligan skaða. Í samband við deybóltsstøðu kemur málverji okkara, Milos Budakovic, illa fyri og gevur beinanvegin tekin um, at her er galið, og at hann er liðugur at spæla. At síggja til er talan um skaða í sama knæi, sum Milos sleit krossbandið í í dysti á fjørsumri. Vit vóna tað besta, ynskja Milos góðan bata og krossa fingrar fyri, at tað ikki gongur alt ov lang tíð, áðrenn hann kann spæla aftur. Inn fyri Milos kemur danski Anders Plougmann Nagel, sum seinni í dystinum fær ein høvuðsleiklut. Tað leikar javnt á

Online AB Bingo
Bingo

Online AB Bingo

AB vs. HB upptakt

Samrøða við Ragnar Rasmussen