Argja Bóltfelag

Argja Bóltfelag

Hårsaloner Og Frisører i nærheden

Salong Soley
Salong Soley
Gríms kambans gøta 4, Tórshavn

Kommentarer

Lykke til i kveld 🤗🤗
FOOTBALL FIX: It was a bad day at the office for our friends Argja Bóltfelag (AB) as they fell to a 5-0 home defat at the hands of HB Torshavn

Keep your heads up, lads...

FOOTBALL FIX: Good luck to our friends Argja Bóltfelag as they get their season underway this evening in the Premier League...

Faroe Islands Premier League Football FSF - The Faroe Islands Football Association
Hvat eru vinningarnir á Bongo, er tað bara Páskaregg
Er nakar her sum hevur tekstin til AB sangin.
"Vit eru AB..skora sum flest"
Til allar fótbóltsáhugaðar kvinnur.

Leikarafundur.
Argja Bóltfelag bjóðar til leikarafund í AB-húsinum hósdagin 07/11-19 kl. 19.00.
Allar kvinnur frá 15 ár og eldri eru vælkomnar.

Mál:

Hópurin komandi kappingarár
Umrøða um áhugi er fyri at melda lið til í bestu deildini umframt 2. deild kvinnur.
Skipa áhugabólk til kvinnudeildina.
Ymiskt.

Vegna Argja Bóltfelag
Tonny og Jóhan
AB U9 dreingir eru ársins gullbassar!

Sama dag, sum flestu steypafinalur skuldu avgreiðast, vórðu finaluumførini í Bassakappingini hjá Betri hildin í Gundadali.

Okkara U9 dreingir gjørdu ikki mætari enn at vinna tríggjar dystir og leika ein javnan við samlaðari málúrtøku á 9-3. Tað var nóg mikið til at enda framman fyri tey annars sera góðu liðini hjá Víkingi og 07 Vestur.

Okkara dreingir ræddust onki (sæð burtur frá risastóru, svørtu bassunum), men stríddust snildisliga og skipað og høvdu gullmedaljurnar uppibornar ⚽️🥅🥇

https://www.facebook.com/meistaradeildin/photos/pcb.381798589389145/381796246056046/?type=3&theater
Hi and good evening,

I am a sport scientist and football coach from Germany. I am looking for a club in a forgein country which I can support with my work. I am very interested in the world wide football, espacially in exotic countries. In 2015, I stayed at KR Reykjavík in Iceland for two weeks, visited the KSÍ and learned a lot about the structure of the Icelandic football system. In 2016, I travelled to Iceland again and visited the clubs KR, Grótta and Stjarnan Garðabær.

Here in Germany, I work for two academies which put their focus on training and development of motor skills of kids and youths. One is a football academy (www.fussballfabrik.com), the other a general ball sports academy (www.bakos.de). In my main job I work in a rehabilitation center as a sports therapist.

What I want to offer you is supporting and helping your club in the section youth training (planning training sessions, collecting data, developing training concepts for the different age groups). I would offer this service for free for a certain time (may be half a year or so) so
that we both can figure out if we see the opportunity for a longer and may be more intensive collaboration.

I would work at home here in Germany (because of my main job and my family) and communicate with you constantly via email, Skype, Facebook or phone. May be it would also be possible for me to come to Iceland once or twice a year to have a personal meeting with you and the youth teams!

It would be great if you make it possible for me to become a part of a football club on the Faroe Islands!

Greetings from Germany
Torsten
Hey..... er nakar sum eigur ein AB jakka at lána Jógvani til skrúgonguna í morgin, hann er 9 ár, so allarhelst stødd 9-10 ár🙏vh. Malan
2. Div spiller topkamp i Hoyvik kl. 12.00 i dag💪
Argja Bóltfelag
AB kvinnur 2 deild vit venja týskvøld frá kl 20 - 21.30 og hóskvøld frá kl 20 - 21 🙂
Hava tit hug at koma at venja saman viđ okkum so eru tit vælkomnar hesar tíđir.
Vit venja á AB vøllinum ⚽️

Argja Bóltfelag, er eitt av stóru feløgunum í Føroyum við leikarum í flest øllum deildunum. Argja Bóltfelag varð stovnað 15. august 1973. Tað var danin Johnny Nyby saman við øðrum ítróttaráhugaðum á Argjum, sum breyt slóð fyri Argja Bóltfelag ella AB.

Á vári 1974 fekk AB sína fyrstu nevnd. Í henni sótu: Johnny Nyby, formaður, Fróði Olsen, næstformaður, Sonja á Argjaboða, kassameistari og Kristian Arge, skrivari.

27/10/2022

Opiđ hús í dag frá kl. 17.30 - Síggjast 😺

Photos from Argja Bóltfelag's post 24/10/2022

Sí myndir frá ársins síðsta dysti í Betrideildini hjá AB í 2022, har ein fjølment rúgva av argjafólki kom við vestur at stuðla okkara monnum eina síðstu ferð í ár💪❤️💙

24/10/2022

RAGNAR SKÁLA ÁRSINS LEIKARI HJÁ AB Í 2022

Leygarkvøldið hevði AB opið hús, og í hesum sambandi bleiv ársins leikari í tí merkisverda kappingarárinum 2022 valdur. Eftir atkvøðugreiðslu gjørdist 22 ára gamli miðvallarin hjá AB, Ragnar Skála, ársins leikari hjá AB í 2022.

Við sínum 2004 minuttum í Betrideildini í ár er Ragnar Skála tann leikarin, sum hevur spælt flestar minuttir hjá okkum í 2022. Hann hevur skorað eitt mál og fingið fýra gul kort sambært teimum hagtølum, ið eru tøk á Faroe Soccer.

Ragnar Skála er annars ein ótømandi orkukelda, ið rennur nógvar metrar fyri sítt lið, bæði við og uttan bólt. Eisini hevur hann sera gott spælskil og góðan teknikk, og er harvið sum heild ein ógvuliga góður maður at hava á miðuni á einum fótbóltsliði.

Tað eru ikki bara vit í AB, sum hava varnast evnini hjá Ragnari, tí seinastu tvey árini hevur Ragnar Skála vunnið sær fast pláss í U21-landsliðshópinum. Hann náddi at spæla 6 U21-landsdystir, har hann millum annað spældi við í tveimum flottum javnleikum ímóti Serbia á heima- og útivølli, og eisini spældi hann við í útidysti ímóti Norður-Makedonia fyrr í ár, sum Føroyar vunnu 1-0.

Ragnar Skála er ein av trimum beiggjum í Betrideildarhópinum hjá AB, og vit fegnast, tá tað gongst okkara egnu, lokalu leikarum væl.

Og bara so ongin ivi er, so hevur Ragnar Skála eisini sáttmála við AB í 2023.

Til lukku við væl uppiborna heiðrinum, Ragnar! ❤️💙⚽️

2022 10 22 07VESTUR AB 23/10/2022

2022 10 22 07VESTUR AB

ENDAÐU VIÐ JAVNLEIKI

07 Vestur 🆚 AB 1️⃣-1️⃣

Vit máttu taka til takkar við einum 8. plássi í ársins Betrideild, tá okkara menn spældu javnt í Sørvági ímóti 07 Vestur. Samstundis vann B68 1-0 ímóti B36 á Toftum, og harvið endaði B68 nummar 6 við 30 stigum, 07 Vestur nummar 7 við 29 stigum og AB nummar 8 við somuleiðis 29 stigum, men tó verri málmuni.

Hetta eru vit tó ikki meira kedd um enn eitt vist. Ársins málsetningur um at varðveita sætið í deildini er rokkin, og tað fegnast vit framvegis um.

Í gjár fingu tveir blaðungir mans møguleikan frá byrjan. 17 ára gamli Gunnar Reynslág byrjaði inni á vinstra vongi, meðan 18 ára gamli Dánjal Danielsen spældi sín fyrsta dyst frá byrjan í miðverjuni.

Gunnar Reynslág takkaði fyri álitið við at skora eitt mál, og Dánjal Danielsen kom heilt væl frá uppgávuni í miðverjuni.

Eisini hendi tað eitt sindur sjáldsama í fótbólti, at tríggir beiggjar spældu inni í senn. Hetta hendi síðsta korterið, tá Bjarni Skála og tvíburarnir Ragnar og Rógvi Skála mannaðu miðvøllin hjá AB. Í yvirtíðini spældi Ragnar tvíburabeiggjan leysan í brotsteiginum, men úr spískum vinkli brast skotið hjá Rógva tíverri í stongina.

Talan var annars um ein javnan dyst við málmøguleikum báðar vegir.

Nú er árið liðugt, og vit kunnu gera støðuna upp. Vit fingu 29 stig til høldar, og síðani kappingin bleiv longd til 27 umfør í 2005 er tað bert hent einaferð áður, at eitt lið, sum endar nummar 8, fær so nógv stig.

Vit takka enn einaferð fyri tann góða stuðulin, ið leikararnir fingu í Sørvági í gjár. Og vit vilja eisini takka fyri tann stóra stuðulin, sum vit hava fingið á Argjum alt ár.

Vit síggjast aftur til Betrideildarfótbólt inni í Vika í 2023❤️💙

2022 10 22 07VESTUR AB

22/10/2022

So eru vit klár! ❤️💙

22/10/2022

Fjepparabussurin er ávegis! Koyr á AB!! 💙❤️

Ársins leikari 2022 hjá AB 21/10/2022

Ársins leikari 2022 hjá AB

https://docs.google.com/forms/d/e/1FAIpQLSfl6M8DSzS1J973mtUtOtQ_9cjzj-NBelAsCJsDlJFRYUJuLg/viewform?fbclid=IwAR2h0uH67Vz_4KcqTsw4hccutiOnoQT8BduTqzxwQXxVbPJJGII1S-OxfaI

Nú ber til at atkvøða um hvør skal vera ársins leikari 2022 hjá AB

Ársins leikari 2022 hjá AB Hvør leikari heldur tú skal hava heiðurin sum ársins leikari? Vel ein leikara og trýst á Send niðast á síðuni. Atkvøðugreiðslan endar leygardagin 22/10/2022 kl. 17:00

21/10/2022

SPÆLA FINALU UM 6. PLÁSSIÐ

⚽️: Betrideildin: 07 Vestur vs AB

⏰: Leygardagin 22. oktober klokkan 15:15

🏟: Á Dungasandi í Sørvági

Í morgin biða vit tí hendingarríka kappingarárinum 2022 farvæl, tá vit spæla 27. og síðsta dystin í ársins Betrideild ímóti 07 Vestur í Sørvági.

Felags fyri bæði liðini er, at tey hava greitt sín høvuðssetning, sum alt kappingarárið hevur verið at varðveita sætið í deildini.

So freistast ein kanska at siga, at onki er at spæla fyri, men so er ikki, tí tað er altíð okkurt at spæla fyri.

Dysturin í morgin er ein finala um 6. plássið. Undan dystinum hava bæði 07 Vestur og AB 28 stig, men 07 er nummar 6 og AB nummar 7 orsakað av, at 07 Vestur hevur betri málmun enn vit.

Tískil er tað soleiðis, at vinnarin av dystinum fer avstað við 6. plássinum í Betrideildini. Endar dysturin við javnleiki, so er ein møguleiki fyri, at B68 fer avstað við 6. plássinum, um tað eydnast toftamonnum at vinna ímóti B36 á Svangaskarði.

Vit vilja heita á okkara trúføstu viðhaldsfólk um at koma við vestur og stuðla okkara monnum fyri seinastu ferð í ár. Tann stuðulin hava teir sanniliga uppiborið eftir framúr góðu gongdina í seinastu dystunum, har vit hava fingið 11 stig síðstu seks dystirnar.

Óansæð úrslit í morgin, fáa vit aftur sunnudagsfótbólt inni í Vika í 2023, tá felagið fyllir 50 ár. Men tað er altíð stuttligari at enda kappingarárið við einum sigri. Og tað er stuttligari at enda nummar 6 enn at enda á 7. ella 8. plássi.

Vit síggjast vesturi á Dungasandi í morgin. Fjepparabussur koyrir vestur, og aðrastaðni á hesari síðuni stendur, hvussu ein kann tryggja sær sess í bussinum.

KOM SO, AB!!! ❤️💙

21/10/2022

Øll eru vælkomin á gátt í AB húsinum leygarkvøldið kl. 19.30 og út á náttina!!!

21/10/2022

LIÐFORMAÐURIN HELDUR FRAM

Enn eitt sáttmálaundirskrift er komin upp á pláss inni í Vika. Hesa ferð er tað okkara 24 ára gamli liðformaður á høgra bakki, Jákup Pauli Breckmann, ið hevur skrivað undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi til kappingarársenda í 2024.

Jákup Pauli Breckmann er av Argjum og uppvaksin í AB, men hevur eisini verið í útlegd í HB í nøkrum av ungdómsárum sínum. Í 2018 kom hann tó aftur til AB, og síðani hevur hann spælt 85 dystir á besta mansliðnum.

Hóast sín unga aldur telist hittinorðaði og stríðshugaði bakkurin millum royndu leikararnar í okkara unga hópi. Undan kappingarársbyrjan fekk hann liðskiparaábyrgdina, og hendan leiklutin hevur Jákup Pauli røkt heilt væl í hendingarríka kappingarárinum 2022.

Vit fegnast um, at ein av okkara egnu kemur við okkum inn í framtíðina🙌❤️💙

20/10/2022

🗣Opiđ hús viđ Bezzerwizzer: Formađurin bjóđar av 😄💪

Nú kann nýggja føroyska Bezzerwizzer spæliđ roynast í AB húsinum 😃

Opiđ hús viđ spølum, Fifa, borđtennis og mongu øđrum verđur næstan sum vanligt í kvøld hóskvøldiđ frá kl. 17.30 til 20.00.😻

Vit síggjast 😁

Hugnaløtur

Photos from Argja Bóltfelag's post 19/10/2022

Myndafrásøgn frá dystinum millum AB og Víking í vikuskiftinum!

Hetta var seinasti heimadysturin í Betri Deildini hetta kappingarárið.

Leygardagin verður seinasti dysturin hetta kappingarárið leiktur í Sørvági! ⚽️⚽️⚽️

Photos from Argja Bóltfelag's post 19/10/2022

SANTIAGO TEKUR EITT ÁR AFTURAT

Ein av profilunum í seinnu kappingarhálvu, argentinski Santiago Lebus, hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við AB. Nýggi sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2023.

Eins og nógvir aðrir útlendskir leikarar, so kom Santiago Lebus til royndarvenjing hjá AB í januar. Avrátt varð tá at útleiga Santiago og annan argentinara til ÍF í fyrru kappingarhálvu. Hjá ÍF royndist 26 ára gamli miðvallarin væl.

Í summar var upp á tal at lata Santiago fara víðari, men í evstu løtu bleiv avgerð tikin um, at hann ístaðin skuldi fáa sín kjans hjá AB og hjálpa okkum í strembanini eftir at varðveita sætið í deildini.

Hetta gjørdist ein avgerð, sum vit eru ómetaliga fegin um.

Av 990 møguligum minuttum hevur Santiago Lebus verið á vøllinum í 968 av teimum. Hann er byrjaður inni hvørja ferð, og hevur víst seg at vera ein sera virðismikil, raskur, álítandi og tekniskt góður miðvallari, sum altíð fer inn á vøllin við einum framúr góðum hugburði, ið smittar av upp á aðrar.

Santiago Lebus eigur sín avgjørda leiklut í, at AB eisini spælir í Betrideildini í 2023, og vit gleðast um, at hann eisini er okkara í komandi kappingarári.

We are very happy that you're staying with us next year, Santi❤️💙🇦🇷⚽️

19/10/2022

Til lukku gentur 😃💙❤️

Í vikuskiftinum vunnu okkara gentir U13 silvur í c-bólkinum. Tađ var spenningur til tađ síđsta um tey trý fremstu plássini, har okkara endađu á øđrum plássi 😃

Hjartaliga til lukku gentir 🥈⚽️💙❤️💪

19/10/2022

💙❤️ FJEPPARABUSSUR OG FJEPPARATILTAK 💙❤️
BUSSURIN ER VIÐ ÍMÓTI 07 VESTUR LEYGARDAGIN! ÁRSINS SEINASTI DYSTUR.

📣Eftir upphitingina í AB húsinum leygardagin, koyrir fjepparabussurin til dystin kl. 15 🥳
⏰ Koyra frá AB húsinum klokkan 14.00
⏰ Koyra heim aftur klokkan 17.00
❤️ Øll eru vælkomin í AB húsið frá kl. 12.30 💙
🚌 Bussur: Vaksin 30kr. Børn undir 12 ár 20kr. Flytast á 6460-1565364 ella rindast kontant.
😻 AB gevur fjeppara T-shirt!
- Í bussinum fáa børnini eitt sunkist og tey vaksnu eina Biib -
👉🏻 Boðað frá á messenger um tit koyra við.
👉🏻 Først til mølle, 50 pláss. Seinast var FULLUR bussur.
.
.
.
Come out and join us as the team heads to Sørvág on Saturday to face 07 Vestur. The last game this season The bus leaves at 14:00.
Kick off is at 15:00.

18/10/2022

⚽️Vit runda ár 2022 av við at bjóða inn til Opið Hús⚽️

Nú fótbóltsárið 2022 fer framvið, og besta mannsliðið rundar av við seinasta dystinum í ár, sum verður móti 07 Vestur í Sørvági, ynskja vit at bjóða øllum viðhaldsfólkum og hjálparfólkum til Opið Hús hetta komandi leygarkvøldið, tann 22. oktober.

Øll eru vælkomin forbí frá kl. 19.30, til hugna og gaman í AB húsinum, og vit vóna at síggja nógv fólk!

Vit endaðu væl fyri í Betri deildini í ár, og í næsta ár fyllur Argja Bóltfelag 50 ár! 🇫🇴 Latið okkum standa saman bæði til dyst og til gaman 💪🥳
.
.
.
Welcome to the AB house on Saturday evening from 19.30, where we round off the year in style ;)

18/10/2022

U21 VANN BRONSUFINALUNA

U21-meistarabólkur: B36 🆚 AB 2️⃣-4️⃣

Okkara U21-lið spældi í gjár ársins seinasta kappingardyst ímóti B36 á Tórsvølli.

Talan var um eina bronsufinalu. B36 skuldi vinna fyri at fáa bronsumedaljurnar, meðan AB fekk heiðursmerkini, um tað eydnaðist at spæla javnt ella vinna.

Dysturin endaði 4-2 til AB eftir hálvleiksstøðuna 3-0.

Málini hjá okkum skoraðu Yevhenil Kholmetskyi, Dánjal Danielsen, Karl Høgni Joensen og Trygvi Weihe.

Vit ynskja okkara U21-dreingjum til lukku við bronsumedaljunum! 🥉

18/10/2022

Manglar tú gummistivlar ella eitt gott jólagávu hugskot? 😺

😻 Keyp flottar AB stivlar fyri einans 250kr.

📬 Send okkum eini bođ og bílegg

🚗 Vit koyra til dyrnar, her á Argjum

Str. 22, 24, 26, 28, 30, 32, 34, 36, 38 og 40

2022-10-17 – 10’arin nr. 75-3 (Jónas Stenberg, Jákup á Borg og Sámal Erik Hentze) – 17/10/2022

2022-10-17 – 10’arin nr. 75-3 (Jónas Stenberg, Jákup á Borg og Sámal Erik Hentze) –

Jónas Stenberg umboðaði AB í fótbóltssending hjá FM1 fyrrapartin👇

2022-10-17 – 10’arin nr. 75-3 (Jónas Stenberg, Jákup á Borg og Sámal Erik Hentze) – AB, B68 og NSÍ vóru umboðaði í 10'arinum í dag.

2022 10 16 AB VIKINGUR 16/10/2022

2022 10 16 AB VIKINGUR

AB 🆚 Víkingur 0️⃣-0️⃣

Við javnleiki í dag hevur AB endaliga tryggjað sætið í Betrideildini, so tað aftur verður sunnudagsfótbóltur á Argjum í 2023.

Hetta avgreiddu okkara menn uttan hjálp frá øðrum.

Síðsti dystur í kappingarárinum verður spældur ímóti 07 Vestur í Sørvági leygardagin. Nú er støðan tann, at 07 Vestur, AB og B68 kappast um 6. plássið í deildini.

Vit takka fyri stuðulin. Vit hava øll prógvað, hvussu væl vit megna at standa saman um okkara felag❤️💙

Dómaraseðilin frá dystinum sæst her: https://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=21478&pid=792

Sí highlights frá dystinum her👇

2022 10 16 AB VIKINGUR

16/10/2022

Jaaaaa!!!

Hesir eru klárir til Betri Deildar fótbólt komandi ár 🙌⚽️
.
.
.
These guys have secured our spot in the best league next year! 🙌⚽️

16/10/2022

❤️💙

16/10/2022

Leikskráin til ársins seinasta heimadyst, millum AB og Víking, sæst við at trýsta á leinkið niðanfyri ⚽️⬇️

https://www.calameo.com/books/0063388458535287659a1

15/10/2022

📢 FJEPPARATILTAK til síđsta heimadyst á Skansi Arena 🏟

Vit byrja klokkan 13.00 í AB húsinum 😃 Vit hava fjepparakiosk, andlitsmáling og gera okkum klár at rópa á okkara menn ❤💙

Eisini vitjar venjari okkara Henrik Larsen 😃

15/10/2022

ONKI ER AVGJØRT ENN

⚽️: Betrideildin: AB 🆚 Víkingur

⏰: Sunnudagin 16. oktober klokkan 15:00

🏟: Skansin Arena, inni í Vika á Argjum

Ársins síðsti heimadystur stendur fyri framman í morgin, tá ið væl smurda maskinan hjá Víkingi kemur á vitjan á Argjum.

Vit hava alla tíðina trúð fult og fast uppá, at okkara menn eru nóg góðir at spæla í Betrideildini, og við tveimum teimum seinastu sigrunum ímóti Skála og B68 kunnu vit ikki siga annað enn, at vit hava sett okkum í eina sera góða støðu áðrenn tvey tey seinastu umførini. Lagnan er í okkara egnu hondum.

Men onki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt.

Fótbólturin hevur ein ótrúligan eginleika at taka okkum á bóli. Sagt verður í hesum døgum, at tað verður annað av eysturoyarliðunum í botnstríðinum, sum fylgir við Skála niður í næstbestu deildina. Hetta er eisini væl møguligt, men tað er samstundis ein sannroynd, at hjá AB er ikki heilt sloppið enn. Vit skulu hava minst eitt stig afturat fyri at kenna okkum vís í, at vit aftur hava fótbólt í fremstu røð inni í Vika í 2023.

Í morgin spæla vit ímóti Víkingi, sum er eitt lið, ið ikki deilir gávur ella olmussur út til nakran. Víkingarnir vilja vinna. Og vit eru ávaraðir um, at tað kann ganga grúiliga galið, um vit ikki spæla upp til okkara allar besta ímóti Víkingi.

Í 12. umfari spældu vit ímóti Víkingi í Gøtu. Eins og nú, so høvdu vit nakrar sigrar í skjáttuni frá undanfarnu dystunum og høvdu tí møguliga eina trúgv um, at vit kundu ríða víðari á bylgjuni.

Tað, sum hendi í tí dystinum var, at okkara menn fingu ein lúsing og taptu 7-0. Eitt tað lakasta avrikið í ár.

Vit ætla sjálvsagt ikki, at hetta skal henda aftur. Men vit skulu varðveita fótafestið og viðurkenna, at vit spæla ímóti einum sera sterkum liði, og at tað fer at krevja uppsmoygdar ermar, stríð, strev og ein arbeiðsinnsats úr einari aðrari verð, um vit skulu fáa stig í morgin.

Men okkara menn hava víst síðstu dystirnar, hvør dugur er í teimum. Vit hava eitt lið, sum hini liðini í deildini sanniliga hava virðing fyri. Og vit halda eisini sjálvi, at okkara menn eru góðir. Sjálvandi kunnu vit vinna ímóti øllum.

Í morgin verður sjóneykan hjá fótbóltsføroyum sett á ein dyst við Løkin, men tað er sera, sera umráðandi, at allir AB'arar einans hugsavna seg um dystin inni í Vika í morgin, sum kann tryggja okkum sætið í Betrideildini í komandi kappingarári.

Latið okkum vóna, at plássið í deildini verður tryggjað í morgin. Um ikki, so mugu vit bíða til síðsta umfar, áðrenn okkara lagna verður endaliga avgreidd.

Latið okkum nú, fyri síðstu ferð í 2022, møta manssterk til dyst á Argjum og dýkja á okkara menn. Teir hava fingið heilt framúr góðan stuðul síðstu dystirnar, og tað hava teir eisini tørv á í morgin.

Vit síggjast á Skansi Arena inni í Vika.

KOM SO, AB!!! ❤️💙

14/10/2022

‼️Ogna tær flottir AB gummistivlar, fyri einans 250kr. 💙❤️😮 Str. eru 22, 24, 26, 28, 30, 32, 34, 36, 38 og 40

Kom í AB húsiđ sunnudagin og keyp AB gummistivlar, tá vit aftur hittast til dyst 😺

Møguligt er at keypa teir áđrenn dystin sunnudagin ☔️ -Viđ at senda okkum eini bođ seinast leygardagin kl. 10.00 🙂

GG! Avmarkađ nøgd

13/10/2022

Opiđ Hús er í heystferiu, vit síggjast í næstu viku 😃🍂

10/10/2022

TEIR NÆSTBESTU ENDAÐU VIÐ EINUM SIGRI

Okkara næstbesta manslið fekk ein góðan enda upp á kappingarárið, tá tað fríggjakvøldið eydnaðist at vinna 5-1 á heimavølli ímóti FC Hoyvík.

Hetta kvøldið vóru fleiri gamlir kenningar á liðnum, men tað vóru okkara ungu leikarar, allir við U21-aldri, ið skoraðu tey fimm málini. Málini skoraðu Jóan Pauli Tórsson, Karl Høgni Joensen, Rói Christiansson Nielsen, Martin í Stórustovu og Trygvi Weihe í nevndu raðfylgju.

Næstbesta liðið endaði nummar fimm í deildini við 31 stigum eftir 18 dystir. Málið í var at kappast um uppflyting til 1. deild, men har mugu vit viðurkenna, at vit gjørdust ov stuttir.

Í mun til síðsta kappingarár er framgongdin tó 12 stig. Í 2023 verður málið at fáa enn fleiri stig og, vónandi, uppflyting í næstbestu deildina.

Dómaraseðilin frá dystinum ímóti FC Hoyvík sæst her: https://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=21706&pid=

Endaliga støðan í deildini sæst her: https://www.faroesoccer.com/content.php?pid=51

2022-10-08: B68-AB 0-1 (0-1) – Hoyr sigursmálið og samrøður: Henrik Larsen og Jákup á Borg – 08/10/2022

2022-10-08: B68-AB 0-1 (0-1) – Hoyr sigursmálið og samrøður: Henrik Larsen og Jákup á Borg –

2022-10-08: B68-AB 0-1 (0-1) – Hoyr sigursmálið og samrøður: Henrik Larsen og Jákup á Borg – Hoyr Trónd Arge, frásøgumann siga frá sigursmálinum AB skoraði móti B68 á Svangaskarði, og hoyr samrøðurnar Tróndur gjørdi við høvuðsvenjarararnar, Henrik Larsen hjá AB og Jákup á Borg hjá B68.

2022 10 08 B68 AB 08/10/2022

2022 10 08 B68 AB

Í dag fingu vit ein framúr góðan dag í illfýsna veðrinum á Svangaskarði❤️💙

Okkara menn stríddust sum úlvar, tóku av møguleikanum og vunnu 1-0 ímóti einum av okkara kappingarneytum við máli frá Teiti Debess Olsen💪

Og stuðulin av Argjum, hann var framúrskarandi! Leikararnir takka fyri.

Onki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt. Vit hava ikki tryggjað okkum sætið í deildini enn, men hetta var í øllum førum eitt stig rætta vegin.

Sí highlights frá dagsins sigri👇

2022 10 08 B68 AB

08/10/2022

📢 FJEPPARATILTAK kl. 13.00

Vit byrja klokkan 13.00 uppi í AB húsinum, og fara avstađ viđ fullum bussi at rópa á okkara menn ❤💙 Vit bjóđa sunkist, BIIP og fjeppara T-shirt 😃

08/10/2022

⚽️DYSTARDAGUR⚽️

Í dag kl. 15 fara vit á vitjan hjá B68, har vit spæla ein sera umráðandi dyst!

Komið øll og vísið okkara monnum stuðul!

Tað er ikki vist, at man kann keypa atgongumerki til dystin við korti, so tað er skilagott at hava reiðan pening við.
.
.
.
⚽️ MATCHDAY ⚽️

Today at 15:00 we visit B68 at Toftir. It is a very important match for both teams!

Let us show our boys our support!

07/10/2022

FJEPPARABUSSURIN ER VIÐ ÍMÓTI B68 Í MORGIN! 🤩

📣Eftir upphitingina í AB húsinum leygardagin, koyrir fjepparabussurin til dystin kl. 15 🥳

⏰ Koyra frá AB húsinum klokkan 14.30

⏰ Koyra heim aftur klokkan 17.00

❤️ Øll eru vælkomin í AB húsið kl. 13.00 💙

🚌 Bussur: Vaksin 30kr. Børn undir 12 ár 20kr. Flytast á 6460-1565364 ella rindast kontant.

😻 AB gevur fjeppara T-shirt!

- Í bussinum fáa børnini eitt sunkist og tey vaksnu eina Biib -

👉🏻 Boðað frá á messenger um tit koyra við.

👉🏻 Først til mølle, 50 pláss.
.
.
.

Come out and join us as the fellas head to Toftir tomorrow to face B68!
Kick off is at 15:00

06/10/2022

DYSTURIN ÍMÓTI B68 ER FLUTTUR

Vegna vánalig veðurlíkindi sunnudagin 9. oktober verður Betrideildardysturin ímillum B68 og AB á Svangaskarði framskundaður til leygardagin 8. oktober.

Dysturin byrjar klokkan 15.

Felagið ger nógv burturúr og vónar, at vit fáa nógvar fjepparar við inn á Toftir til hendan sera týdningarmikla dystin❤️💙⚽️

Photos from Argja Bóltfelag's post 05/10/2022

Myndir frá dystinum ímóti Skála ⚽😊

Í vikuskiftinum fara vit á vitjan hjá B68, og vóna vit, at stuðulin verður eins góður sum til dystin ímóti Skála.

Tit vóru fantastisk 👏🗣👏

05/10/2022

Í dystinum ímóti Skála mánadagin kom Dánjal Danielsen inn til sínar fyrstu minuttir í Betrideildini og á besta liðnum hjá AB💪

Videoer (vis alle)

So eru vit klár! ❤️💙#KoyráAB
❤️💙
Málini frá 4-2 sigrinum ímóti B68 í steypakappingini🤩💪Dómaraseðilin frá dystinum sæst her: https://www.faroesoccer.com/m...
500 egg! 😻Síggjast kl. 13 í Róđrarneystinum 🙌
Limadagurin er byrjaður ☺️
So var dystarskráin hjá besta mannsliðnum fyri 2022 klár! Vit gleða okkum til at síggja tykkum!...Our 2022 season schedu...
EITT ÁR SÍÐANI STEYPAFINALUSIGURIN Á TÓRSVØLLIÍ dag, 27. november, er eitt ár liðið, síðani okkara U21-lið vann ein minn...
SØTUR SIGUR ÍMÓTI KRÚTSTERKUM KÍ-LIÐI1. deild menn: KÍ 🆚 AB 1️⃣-3️⃣Tað var ein snópislig kensla, tá vit á heimav...

Type

Telefon

Internet side

Adresse

Argir
Andre Sportshold i Argir (vis alle)
Teistin Kvinnur Teistin Kvinnur
Argja Róðrarfelag
Argir

Teistin er 5-mannafar hjá Argja Róðrarfelag. Á hesari síðuni ber til at fylgja kvinnumanningini á Teistanum, og síggja teirra virksemi á sjógvi og landi :)