Teistin Kvinnur

Teistin Kvinnur

Fitnesscentre i nærheden

FC Hoyvík
FC Hoyvík
Hoyvík 0188

Teistin er 5-mannafar hjá Argja Róðrarfelag. Á hesari síðuni ber til at fylgja kvinnumanningini á Teistanum, og síggja teirra virksemi á sjógvi og landi :)

18/02/2018

6. ár á rað er Teistin mannaður, og vit hava verið okkara fyrsta túr í bátinum í dag. Fantastiskt at sleppa út í góðveðrinum☀️
Allar damurnar eru kendar umborð, men eitt nýtt andlit er at síggja við róðrið í ár😀
Manningin í ár er henda;
Hanna á Brúgv og Eyðvør Wenningsted Samuelsen á toftini. Eyð Fróðadóttir og Jónvá Ellingsgaard í rúminum. Turið Eivindsdóttir Clementsen og Anna Katrina Larsen á lærinum, og við róðrið situr Bjartur Isaksen😀

Vant verður við góðum treysti, og vit eru spent til árið, ið stendur fyri framman😀🚣🏻‍♂️

Róðrargalla 2017 29/08/2017

Aftur í ár skipaði manningin umborð á Teistanum fyri ársins kappróðrargalla, ið varð stuðlað av Okkara og Formula.
Veitslan varð hildin í bygdarhúsinum í Hósvík, har heili 270 fólk luttóku. Hansa Johannesen borðreiddi við sera góðari 3-rætta matskrá, meðan John Danielsen var borðstjóri. Vit vóru so heppin at fáa vitjan av Kára Kul eisini, ið umframt at syngja og undirhalda, handaði stuttleika heiðurin til ársins lekkrastu kvinnu- og mannfólkamanning.
Sum vant er á hvørjum ári, vórðu "ársins" heiðrar eisini handaðir. Heiðrarnar hevði Sverri Tórstún gjørt, og vinnararnir av ymsu heiðrunum vóru hesi:

Kvinnur:
Ársins áralag – Teistin
Ársins startur – Rádni
Ársins comeback – Drekin gentur
Ársins endaspurtur – Erla Kongsdóttir

Mannfólk:
Ársins áralag – Klaksvíkingur
Ársins startur – Sundabáturin
Ársins comeback – Ormurin Langi
Ársins endaspurtur – Fípan Fagra

Eftir borðhaldið varð farið uppá gólv, og síðan kom Brim at spæla til ein avbera góðan dans.
Veingir við Ditte Mathildu Joensen hevur tikið myndirnar frá kvøldinum.

Teista kvinnur vilja fegnar takka øllum fyri eina avbera góða veitslu, og vit vóna at tit hugnaðu tykkum. Ein tøkk fer eisini til tykkara, ið hjálptu til á ymsan hátt.

02/04/2017

Ein ótrúliga stuttligur sunnudagur, har vit róðu kajak saman við NAX 🚣🏼

19/03/2017

Hetta vikuskifti hava vit verið á Oyrarbakka, har vit hava havt teambuilding. Vit leigaðu svimjuhøllina, spælt nógv stuttlig spøl og hugna okkum við góðum mati. So vilja vit gjarna takka NAX fyri ein góðan dag, har vit alvorliga fluttu okkara grensir, við at rapella 19m av Brúnni 😄

Manningin umborð á Teistanum, hjá Argja Róðrarfelag, fyrireikar seg til komandi kappingarár saman við NAX. Persónlig mørk vóru skúgva til síðis

09/01/2017

Teistin við kvinnum er nú mannaður 5. ár á rað, og hesar megnar kvinnur eru farnar í holt við fyrireikingarnar til komandi kappingarár💪🏻
Fleiri kend andlit eru við aftur, men eisini eru tvey nýggj andlit komin umborð :)
Hanna á Brúgv, Turið Eivindsdóttir Clementsen, Ásla Berg og Guðrið Jákupsdóttir halda áfram frá í fjør. Eyð Fróðadóttir, sum róði við í 2015, er komin við aftur, og so eru Randi Ziska Larsen og Gerda Olesen, sum eru nýggjar umborð á Teistanum :)
Lagið er gott, kvinnurnar venja við góðum treysti og gleða seg til enn eitt spennandi ár. 😀🚣🏼🏋🏻

Róðrargalla 2016 29/08/2016

Eftir lokið kappróðrarár varð ársins kappróðrargalla hildið í bygdarhúsinum í Hósvík mánakvøldið tann 1. august, har heili 263 róðrarfólk luttóku. Tað var kvinnumanningin á Teistanum av Argjum, sum skipaði fyri gallaveistluni, ið var stuðlað av Formula.

Veitslan var hildin við góðum mati frá Matsmiðjuni hjá Ruben, ið borðreiddi við trimum rættum, og Rasmus Magnussen var borðstjóri. Eftir borðhaldið var farið uppá gólv., og tað vóru Olaf Fríðheim, Virgar Dahl, Elin Dahl og Rasmus Joensen, ið skipaðu kvæðini. Eftir føroyska dansin spældi bólkurin BRIM til dans.

Serstakir heiðrar vóru gjørdir til høvið, sum Sverri Tórstún hevði gjørt. Undir borðhaldinum vórðu hesir heiðrar latnir teimum manningunum, ið høvdu sýnt bestu avrik í kappingarárinum innan hesar greinar:

Ársins áralag hjá kvinnum og monnum, ársins startur hjá kvinnum og monnum, ársins endaspurtur hjá kvinnum og monnum, ársins comeback hjá kvinnum og monnum og ársins felag.

Hesar manningarnar vunnu teir ymsu heiðrarnar:

Ársins startur kvinnur: Rádni kvinnur
Ársins startur menn: Smyril menn
Ársins endaspurtur kvinnur: Erla Kongsdóttir kvinnur
Ársins endaspurtur menn: Nevið Reyða
Ársins áralag kvinnur: Teistin kvinnur
Ársins áralag menn: Tjaldrið dreingir
Ársins comeback kvinnur: Teistin kvinnur
Ársins comeback menn: Nevið Reyða
Ársins felag: ÍF kappróður.

Til stuttleika verður eisini á hvørjum ári vald ársins lekkrasta manning hjá kvinnum og monnum. Vinnararnir av hesum vóru í ár Teistin kvinnur og Smyril við monnum.

OPHfoto hevur tikið myndirnar frá kvøldinum.

kvf.fo 11/07/2016

Video: Vestanstevna 2016, 5mf kvinnur

Her kann róðurin frá Vestanstevnuni síggjast :)

kvf.fo 1. Teistin 05:56.09 2. Erla Kongsdóttir 05:59.01 3. Fípan Fagra 06:07.02 4. Tekla 06:17.15 5. Drekin 06:19.24 6. Frúgvin 06:37.18 7. Blikur

11/07/2016

So eydnaðist tað endiliga aftur ☺️ Vit róðu okkum til eitt 1. Pláss á Vestanstevnu í Sørvági, og tað vóru vit sjálvsagt ovurfegnar um 😀 Arbeiðshandskarnir eru komnir á aftur, og vit arbeiða víðari til komandi stevnu, sum verður í Vestmanna leygardagin, spennandi 😊
- vit vilja eisini ynskja okkara fantastisku liðfelagum hjartaliga til lukku við flottu úrslitunum!! Drekin Reyði nr. 1, Argjabáturin nr. 2, og dreingirnir á Teistanum vóru væl við og hava tikið seg fram! Flott! 😀

04/07/2016

Longu ein mánaði síðan Norðoyastevnan og kappróðrarárið varð skotið í gongd. Vit byrjaðu árið við einum braki, men kappingin er gróthørð, og síðan Norðoyastevnu hevur ikki eydnast okkum at vunnið aftur. Vit hava ligið á einum 2. plássi á stevnunum síðan Norðoyastevnu, og liggja sostatt eisini nr. 2 í FM stríðnum. Vit hava tó ikki mist vónina enn, og tað er bara eitt gera, nemliga at arbeiða víðari :)
Í síðstu viku vóru vit so óhepnar, at róðrið hjá okkum brotnaði undir venjing, og hetta hevði við sær, at vit ikki fingu vant í nýggja Teistanum. Tað skuldi tó ikki ganga long tíð áðrenn eitt nýtt róður kom, vit høvdu ikki meir enn boðað Terja R. Jacobsen frá, so var eitt nýtt róður klárt, og tað vilja vit enn einaferð takka tær mangar, mangar ferðir fyri. :)
Komandi leygardag verður 5. stevnan longu rógvin, og tá verður tað á Vestanstevnu í Sørvági :)

05/06/2016

So er Norðoyastevna longu farin afturum bak. 7 venjingar var tað, ið vit náddu at venja í nýggja Teistanum, áðrenn slagið skuldi standa á Norðoyastevnu, og tað var tí við f**t av nervum, at vit løgdu til start í gjár. Tað gekk tó heilt væl, nýggi báturin er ein heilt annar at rógva, men sera góður, og vit megnaðu at rógva okkum til eitt 1. pláss, sum vit eru sera fegnar um! :) Ein góð byrjan uppá árið má sigast, men enn eru 6 stevnur eftir, og einki tikið fyri givið :) Komandi vikan bjóðar uppá harða venjing, áðrenn vit aftur fara í eldin komandi leygardag, tá verður tað í Hvalvík :)

25/05/2016

Nýggi Teistin verður flotaður á fyrsta sinni í kvøld!
Leingi er tað, ið væl skal vera. Umsíðir fara vit at flota hetta stásiliga farið! ❤️💙 Ivasamt var, um tað fór at eydnast at fáa bátin kláran til í dag, men við fantastiska góðari hjálp frá Sverra Tórstún og Heðin Stenberg eydnaðist tað! Nú er bara eftir at festa púturnar á bekkin, so er klárt, og um ein góðan tíma, kl. 19:30, verður nýggi Teistin flotaður! 😊 øll vælkomin!

21/05/2016

So eru ódnartøkini av á hesum sinni 😊 Triðja og síðsta umfar í ódnartøkum var í Vestmanna í dag, og sigast kann ikki annað enn at tað hevur gingist okkum stak væl! Aftur í dag vunnu vit allar róðrarnar, og harvið róu vit gullið heim😀🏅 Vit takka fyri ein deiligan og væl eydnaðan dag í góðveðrinum í Vestmanna 😊
Í komandi viku verður nýggi Teistin endiliga flotaður á fyrsta sinni 😊 komandi vikurnar fara vit sostatt at rógva nýggja bátin til, og so er Norðoyastevnan beint um hornið 😊 Spennandi verður 😊

15/05/2016

Ódnartak í Runavík 14/5-2016, 5. mf. kvinnur.

2. umfar í ódnartøkum var í Runavík í gjár. Vit luttóku aftur hesuferð, og megnaðu at halda sigurskósini frá síðsta ódnartaki í Havn. Vit vunnu allar tríggjar róðrarnar, og eru vit sera fegnar um hetta :) Komandi vikuskiftið verður síðan 3. og seinasta umfar í ódnartøkum á bátastevnuni í Vestmanna, og luttaka vit eisini har. Tað gleða vit okkum til :)
Enn einaferð takk fyri eitt væleydnað tiltak, og takk til tykkum í neystinum fyri mat, drekka og frálíkan blíðskap :)

25/04/2016

Fyrsta umfar í ódnartøkum var í Havn í kvøld. Vit á Teistanum luttóku og vunnu allar tríggjar róðrarnar, og tað fegnast vit um :) Deiligt at sleppa at merkja eitt sindur av kappingarspenningi aftur og at royna seg í bátinum :)
Takk fyri eitt gott tiltak! :)

20/04/2016

Okkara f**tasta Bára hevur føðingardag í dag, og hetta bleiv feiðrað við manér til venjing í dag! 😄🎉🎁🎈Hjartaliga til lukku við degnum góða, vit eru so glaðar fyri at tú er ein partur av okkara manning, og gleða okkum til enn eitt fantastiskt ár saman! 🚣🏼🏋🏽🍻💃🏻
Klemm! ❤️💙

10/04/2016

Ein góð og hørð venjing í dag 😊 nú nærkast til Norðoyðastevnu, einans 8 vikur, og spenningurin byrjar so smátt at merkjast 😀💪🏼🚣🏼

hvannrok.fo 29/02/2016

Terji R. Jacobsen smíðað Argja róðrarfelag nýggjan Teista | Hvannrók

Vagnur Michelsen hevur vitjað á verkstaðnum hjá Terja Reinert Jacobsen, ið hevur smíðað nýggja Teistan :)
-Um ein góðan tíma leggja vit eisini leiðina framvið verkstaðnum í Kollafirði. Vit eru so sera spentar at fáa hetta stásiliga farið heim á Argir :)

hvannrok.fo Terji R. Jacobsen smíðað Argja róðrarfelag nýggjan TeistaSkrivað tann 29. februar 2016 • 0 ViðmerkingNýggja 5-mannafarið Teistin, sum eg sjeyndi kappróðrarbátur frá Terja. (Mynd Vagnur)Sunnumorgunin legði eg leiðina fram við verkstaðnum hjá Terja Reinert Jacbosen, sum býr á Kalnesi í Kollafirði. Á v…

27/02/2016

Nú hevur verið heldur stilt her á síðuni seinastu tíðina, men tað merkir ikki, at vit ikki koyra á! Teistin er 4. árið á rað mannaður við kvinnum, og í ár er tað sama manningin, sum róði í 2014, ið er samlað aftur! 😀❤️💙 Venjingin byrjaði fyrst í januar, og í síðstu viku vóru vit fyrsta túrin í bátinum! 💪🏼 Vit eru sera spentar, og gleða okkum til komandi kappingarár 😀👍🏼

07/01/2016

Teistin Kvinnur's cover photo

24/12/2015

Timeline Photos

17/12/2015

Manglar tær ræstan fisk til jóla? Hygg so her! :)
Argja Róðrarfelag hevur góðan, ræstan fisk til sølu fyri 75 kr. greipuna. Ringjast ella skrivast kann á tlf. nummar 269426, so koyra vit fiskin út til tín :)

19/11/2015

Stórt tombola og lutaseðlakapping í neystinum á Argjum!
Komandi leygardag, 21. Novembur kl. 14 verður stórt tombola og lutaseðlakapping í neystinum á Argjum. Høvuðsvinningurin er eitt føroyskt krov! Eisini vera nógvir aðrir góðir vinningar at vinna, millum annað ræstur fiskur, karamellublikk og gávukort!
Eisini verður møguligt at keypa sær ein góðan kaffimunn, kakao og vaflur.
So komið út til eina hugnaliga løtu í neystinum og stuðlið Argja Róðrarfelag :)

15/10/2015

Filmur frá einari venjing í 2013 :) Stuttligt at hyggja eftir og minnast aftur á :)

Á manningini í 2013 vóru:
Guðrið Jákupsdóttir við róðrið
Halla Sunnfríð Andreassen og Fjóla Luid á lærinum
Jenny Viderø Gunnarsson og Anna Katrina Larsen í rúminum
Bára Eyðunsdóttir Thorsvig og Ásla Berg á toftini.

26/07/2015

Vit hava havt eina so mega góða og stuttliga venjing í dag! :-) So nú er at njóta tað síðstu tíðina í bátinum. Vit eru ótrúliga spentar til Ólavsøkuna 💪😊

07/07/2015

Tað gjørdist til eitt 2. pláss á Varmkeldu :) Nú herja vit á við venjing til komandi stevnu, ið verður í Sandavági :) Her eru tvær myndir frá Varmakeldustevnuni :)

05/07/2015

Vit høvdu ein sera góðan túr til Suðuroyar í vikuskiftinum, har vit ordeliga hugnaðu og stuttleikaðu okkum. Á Jóansøku megnaðu vit at fáa 2. pláss við harðari kapping frá Rituni. Vit gleða okkum longu til Varmakeldu! 😊

28/06/2015

Vit høvdu ein sera góðan túr til Suðuroyar í vikuskiftinum, har vit ordeliga hugnaðu og stuttleikaðu okkum. Á Jóansøku megnaðu vit at fáa 2. pláss við harðari kapping frá Rituni. Vit gleða okkum longu til Varmakeldu! 😊

21/06/2015

Fjarðastevnan 2015 :)

06/06/2015

So er fyrsti FM róðurin farin aftur um bak, og vit blivu nr. 2. Nú er bara at arbeiða hart komandi vikuna, og vónandi verður úrslitið betri næsta leygardag 😊

05/06/2015

So er Teistin klárur til Norðoyarstevnu í morgin 😊 vit gleða okkum til fyrsta fm róðurin í ár 🚣

25/05/2015

Deiligt veður at venja í, høvdu eina super góða venjing ídag. 😊 Norðoyarstevna nærkast, og vit eru sera spentar! 😊

10/05/2015

Í gjár var sera góða og spennandi tiltakið Ódnartak í Runavík, og vit vóru við aftur hesuferð 😊 Vit vóru spentar, høvdu sett okkum fyri at klára okkum betri enn seinast, og tað gjørdu vit eisini! Vit megnaðu at vinna ein róður útav trimum sera jøvnum róðrum, juhu!!😊 gleða okkum til komandi leygardag, tá síðsta umfar í ódnartøkum verður á bátastevnu í Vestmanna 😊

02/05/2015

Royndu GoPro kamera í góðveðrinum 📹🚣😄

21/04/2015

Veðrið er av tí allar besta. Í dag runnu vit út á Sandagerð, har vit høvdu eina harða og stuttliga venjing 😊

13/04/2015

Vit høvdu sera gjarna vilja verið úti við bátinum, men hetta keðiliga veðrið forðar okkum ikki í at hava eina harða og góða venjing 😊💪

Videoer (vis alle)

Ódnartak í Runavík 14/5-2016, 5. mf. kvinnur.
Okkara fittasta Bára hevur føðingardag í dag, og hetta bleiv feiðrað við manér til venjing í dag! 😄🎉🎁🎈Hjartaliga til luk...
Ein góð og hørð venjing í dag 😊 nú nærkast til Norðoyðastevnu, einans 8 vikur, og spenningurin byrjar so smátt at merkja...
Filmur frá einari venjing í 2013 :) Stuttligt at hyggja eftir og minnast aftur á :) Á manningini í 2013 vóru:Guðrið Jáku...
Royndu GoPro kamera í góðveðrinum 📹🚣😄
Vit høvdu sera gjarna vilja verið úti við bátinum, men hetta keðiliga veðrið forðar okkum ikki í at hava eina harða og g...
Allar eru vælupplagdar til venjing, lagið er gott, og tað resulterar í góðari og væleydnaðari venjing!! :) super gott í ...

Type

Internet side

Adresse

Argja Róðrarfelag
Argir
Andre Sportshold i Argir (vis alle)
Argja Bóltfelag Argja Bóltfelag
Argir

Argja Bóltfelag, er eitt av stóru feløgunum í Føroyum við leikarum í flest øllum deildunum.